Manslandsdystur í hondbólti EM 24-undanbólkur 4:
Føroyar - Rumenia 28-26 (15-9 )
Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11
Á myndini skorar Hákun West av Teigum avgerandi málið í landsdystinum móti Rumenia, og høllin á Hálsi kókaði seinasta hálva minuttin, áðrenn ovurfegnir leikarar og áskoðarar kundu frøast um enn ein stóran sigur hjá føroyska manslandliðnum.
Føroyar vóru annars á veg móti einum greiðum sigri í hálvleikinum, men Rumenia kom skjótt upp á javnt í seinna hálvleiki. Føroysku leikararnir funnu rútmuna aftur, og við sigrinum livdu teir upp til stóru vónirnar undan dystinum.
Á EHF TV ber til síggja dystin umaftur >> (krevur ókeypis hald)
Talan gjørdist ongantíð um tann heilt væl spælda dystin, og tað kunnu vit eisini vera líka glað við.
Afturvendi stjørnuleikarin Elias á Skipagøtu royndi seg beinanvegin við nøkrum atsóknum, men hann hevði ikki eydnuna við sær í skotunum, og tað fekk hann ongantíð gjøgnum allan dystin.
Hinvegin so var hin komandi Bundesligaleikarin, Hákun West av Teigum flúgvani, og við fimm av teimum fyrstu seks føroysku málunum, gav hann Føroyum eina sera góða byrjan.
Í hinum endanum stóð verjan sera væl. Tað eru imponerandi at síggja, hvussu Peter Krogh arbeiðir í eina verju, sterkur sum ein oksi, merkiliga kvikur á fótum í mun til støddina og ikki minst, so veit hann akkurát nær hann skal seta taklingarnar inn. Eisini Teis Horn undir liðini á honum var ein sannur brandur í verjuni.
Rumenska liðið var ikki akkurát imponerandi. Álopsspælið hjá teimum var rímiliga einfalt, har teir royndu at fáa skjúttarnar upp til skot. Vongspæl var ikki at fáa eyga á, og veruligt strikuspæl sóu vit ikki fyrr enn í seinna hálvleiki. Málmansspælið hjá Rumenia var heldur ikki nógv at reypa av í kvøld, og tað vísir so ofta at vera rættiliga avgerandi í hondbólti.
Viðhvørt skal eitt sindur av hepni til, og tá ið okkara málverji, Pauli Jacobsen, mátti út við skaða, og so kom Nicholas Satchwell í málið, og hann var avgerandi orsøk til, at Føroyar seinasta korterið í fyrra hálvleiki løgdu seg fram um við heili seks málum, 15-9.
Tað sá veruliga gott í hálvleikinum. Men vit vita, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin í hondbólti, og Føroyar komu milt sagt trilvandi á vøllin eftir steðgin. Føroysku leikararnir gjørdu nógvar beinleiðis feilir, og í verjuni fingu vit ikki fatur á 7-mans álopinum, sum Rumenia nú royndi seg við. Serliga spælið inn til høgu strikuleikararnar riggaði væl hjá Rumenia.
Ellivu minuttir gingu, so var Rumenia komið upp á javnt. Men longri sluppu teir ongantíð.
Pauli Jacobsen kom aftur í málið, og eina løtu stongdi hann málið við nøkrum framúr góðum bjargingum. Føroyar komu fram um aftur, og vóru fyri tað mesta framman fyri við tveimum ella trimum málum.
Rumenia kom tó aftur í aftur einaferð enn. Fyri fyrstu ferð í dystinum tók málverjin hjá Rumenia nøkur skot á rað, og bráddliga stóð 25-25 á máltavluni, og fimm minuttir vóru eftir.
So slóð Elias á Skipagøtu til við tveimum málum, Rumenia svaraði aftur við einum, áðrenn dagsins besti leikari, Hákun West av Teigum, sveimaði inn av høgra veingi og legði bóltin í málið til endaliga úrslitið 28-26.
Ein frálíkur sigur, sum vit øll høvdu vónað og kanska eisini væntað kundu henda.
Føroyar eru framvegis við í dystunum um at náa triðja plássinum í EM-undanbólki 4, og leygardagin spæla okkara menn aftur móti Rumenia, hesaferð á útivølli.
Venjararnir hjá Føroyum valdu at brúka sama liðið so at siga allan dystin. Tað kann viðhvørt kosta nógv, tí tað krevur nógva orku og hevnir seg ofta í seinasta enda. Men hesaferð gekk orkan ikki undan, og vit hildu úrslitið heim.
Hjá Føroyum var Hákun West av Teigum klárt besti maður. Elias á Skipagøtu var ikki heilt upp til sítt allar besta, men týdningurin av honum í álopsspælinum kann ikki undirmetast, og hann legði upp til eina rúgvu av málum. Framvegis 17 ára gamli Óli Mittún vísti aftur, at honum kunnu vit rokna við. Málverjarnir Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell stóðu sera væl eina løtu í hvør sínum hálvleiki. Hinir, Leivur Mortensen á vinstra veingi, Helgi Hoydal á strikuni og Tróndur Mikkelsen á bakplássunum spældu allir ein góðkendan dyst. Og sum nevnt vóru Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen sannir brandar í verjuni.
Hákun West av Teigum 11
Óli Mittún 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Tróndur Mikkelsen 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Leivur Mortensen 2
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Tróndur Mikkelsen 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Leivur Mortensen 2
Alt um dystin á síðuni hjá EHF >>
Dystarfrásøgnin av heimasíðuni hjá EHF
Stigatalva
Bólkur 4 | D | V | J | T | MÁL | S | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Eysturríki | 2 | 2 | 0 | 0 | 66 - 60 | 4 |
2 | Rumania | 3 | 1 | 0 | 2 | 92 - 90 | 2 |
3 | Føroyar | 3 | 1 | 0 | 2 | 81 - 85 | 2 |
4 | Ukraina | 2 | 1 | 0 | 1 | 55 - 59 | 2 |