EM 24 undanbólkur 4: Føroyar - Rumenia
Ùtselt er til EM-undandystin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Rumenia í høllini á Hálsi í kvøld. So allir fyritreytir eru fyri, at vit sleppa at uppliva ein av tíðarinnar hondbóltsdystum í Føroyum.
Føroyar mugu helst vinna fyri at halda fast í møguleikanum at spæla seg til EM-endaspælið.
Sjónvarpið hjá KvF vísir dystin beinleiðis, og útvarpsrásin FM1 varpar dystin út.
Sjónvarpið hjá KvF vísir dystin beinleiðis, og útvarpsrásin FM1 varpar dystin út.
Her er beinleðis dystarfrásøgnin av heimasíðuni hjá EHF
Undanfrásøgn: Føroyar - Rumenia
Mikukvøldið verður spennandi manslandsdystur í hondbólti í høllini á Hálsi, tá ið Føroyar taka móti Rumenia.
Eftir góðu gongdina hjá føroyskum hondbólti seinnu árini, má sigast, at Føroyar hava ein rímiliga góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit.
Tað er eisini nærmast eitt krav, at vit fáa stig í hesum dystinum, um vit skulu halda lív í vónini at spæla okkum til EM-endaspælið.
Føroyar eru í løtuni aftast í bólkinum við ongum stigi. Nummar 1 og 2 koma beinleiðis til endaspælið, meðan nummar 3 skal spæla um tað, og tað er her at Føroyar kann koma upp á spæl.
Okkara stóri stjørnuleikari Elias á Skipagøtu er við aftur, og hann sá út til at vera væl fyri í fyrsta dystinum fyri Savehof eftir skaðasteðgin, tí hann skoraði 7 ferðir og legði upp til 9 mál.
Liðfelagið hansara í Savehof, 17 ára gamli Óli Mittún, spældi seg eisini inn á landsliðið í heyst, og tað verður spennandi at síggja systkinabørnini spæla saman á landsliðnum.
Høgru bakkarnir Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen er skaddir og eru ikki við hesa ferð.
Hesir eru úttiknir til dystin:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71
Hallur Arason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Dysturin verður vístur í sjónvarpinum hjá KvF.
Seinni dysturin hjá Føroyum í hesum umfarinum er eisini móti Rumenia og verður í Bukrest sunnudagin.
Føroyar - Eysturríki 28-30 (14-14)
Rumenia hevur eisini spælt tveir dystir. Teir vunnu 34-26 móti Ukraina, og taptu 36-32 móti Eysturríki.
Støðan í EM-undanbólki 4:
Rumenia hevur eisini spælt tveir dystir. Teir vunnu 34-26 móti Ukraina, og taptu 36-32 móti Eysturríki.
Støðan í EM-undanbólki 4:
D | V | J | T | MÁL | S | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Eysturríki | 2 | 2 | 0 | 0 | 66 - 60 | 4 |
2 | Rumania | 2 | 1 | 0 | 1 | 66 - 62 | 2 |
3 | Ukraina | 2 | 1 | 0 | 1 | 55 - 59 | 2 |
4 | Føroyar | 2 | 0 | 0 | 2 | 53 - 59 | 0 |