Ítróttaklædnarisin Nike hevur gjørt eina stóra avtalu við norsku fótbóltsstjørnuna Adu Hegerberg.
24 ára gamla Hegerberg og Nike hava gjørt eina avtalu, sum varar í minsta lagi 10 ár, og virði á avtaluni sigst at vera umleið 1. mió. ensk pund.
Hegerberg verður harvið eitt av kvinnuliga andlitunum hjá Nike saman við Serenu Williams og Naomi Osaka. Á mannfólkasíðuni eru LeBron James, Cristiano Ronaldo og Kylian Mbappé millum kendu nøvnini, sum hava avtalu við Nike.
Hegerberg spælir í franska felagnum Lyon, sum hevur verið franskur meistari fimm ár á rað, og Champions League meistari fýra ár á rað. Hon vann Ballon d’Or í 2018.
Hegerberg hevur ikki spælt við norska landsliðnum síðan 2017, tí hon er ónøgd við, hvussu norska fótbóltssambandið handfer kvinnufótbólt.