Eftir ætlan skuldi finalan í Champions League verið spæld í Istanbul 30. mei. Hetta varð sjálvandi av ongum orsaka av korona, og nú er líkt til, at finalan als ikki verður spæld í Istanbul.
UEFA arbeiðir við eina ætlan, har finalan verður spæld í Portugal 23. august. Onnur lond, so sum Spania, Russland og Týskland eru eisini nevnd sum ein møguleiki.
Eisini finalan í Europa League verður flutt. Hon skuldi verða spæld í Gdansk í Póllandi, men hon verður helst flutt til ein leikvøll í Týsklandi og verður spæld 21. august.
Meðan tað er nøkulunda greitt, hvussu finalurnar verða skipaðar, so er framvegis meira ógreitt, hvussu fjórðingsfinalur og hálvfinalur verða avgreiddar. Arbeitt verður við at skipa skjótar minikappingar dagarnar frammanundan sjálvar finalurnar. Ein av trupulleikunum við hesum er, at í nøkrum av fjórðingsfinalunum er fyrri dysturin spældur, og tí hevur annað liðið havt fyrimun av heimavølli, meðan hitt liðið ikki fær tann fyrimunin.
Høvuðsstjórnin Í UEFA skal á fundi 17. juni avgera, hvussu evropeisku kappingarnar 2020 verður avgreiddar.