U21 meira slagkraft enn landsliðið



U21EM-undanbólkur G
Føroyar - Hvítarussland 1-0 (1-0)

Á myndini skallar Noah Mneney Føroyar framum 10 minuttir fyri hálvleik. Hetta skuldi vísa seg at gerast sigursmálið í dystinum móti Hvítarusslandi. 


Dysturin á uefa.com
Dysturin á FaroeSoccer


Spæla beint móti málinum
Hóast sera fáir áskoðarar vóru á Tórsvølli, so var tað stuttligt at hyggja eftir U21-landsliðnum. Tað vísir seg ferð eftir ferð, at U21-landsliðið hevur nógv meira undirhaldsvirði enn okkara ordiliga landslið. 

Spælistílurin er nógv meira beinleiðis, og hann hóskar nógv betri til støðið, sum føroyskur fótbóltur er á enn, mátin sum A-landsliðið spælir.

Hjá U21-landsliðnum er ikki so nógv tvætl. Fyrst og fremst ræður um at standa rímiliga tætt pakkað í verjuni, og tá ið høvu bíðst, so verður borið skjótt at, og kósin verður sett beint móti málinum.

Nakað soleiðis spældi Ísland, tá ið teir loyptu hvøkk á fótbóltsheimin fyri nøkrum árum síðan, og nakað soleiðis spældi KÍ, tá ið teir í fjør ferð eftir ferð vunnu móti mótstøðu, sum á pappírinum var nógv betri enn teir.

Sámal Erik Hentze førdi hendan solida mátan at spæla upp á inn á U21-landsliðið, og Eyðun Klakkstein hevur ført nakað sama stíl víðari, og tað riggar væl.

Í kvøld var fyrsta korterið ikki serliga gott. Men so fór at síggja betri út, og kviku umstillingarnar við rímiliga góðum møguleikum vóru ikki so fáar.

Verða ikki móðir
Eins og í dystinum móti Portugal fyri nøkrum døgum síðan, stríddust allir okkara menn við lív og sál aftur í kvøld. Her var eingin møði, og eingin sum grenjaði um, at tað var so strævið at spæla tveir dystir upp á nakrar dagar. Snøgt sagt einki tvætl.

Eftir sera væl skallaða málið hjá Noah Mneney, fullu Føroyar alsamt longri aftur á vøllin í seinna hálvleiki. Men Hvítarussland hevði ikki nóg høga góðsku at hótta Føroyar veruliga, og tað komu ikki fleiri mál í dystinum. Føroyar vunnu sær 3 stig og hava nú 10 tilsamans.

At síggja U21-landsliðið gevur okkum í hvussu er góðar vónir til ordiliga landsliðið komandi árini.

B36-dreingir stuðlaðu væl
Hóast sera lága áskoðaratalið, so fingu okkara ungu menn góðan stuðul frá umeið 30 smádreingjum úr B36, sum saman við sínum venjarum høvdu tikið sætið, har sum Skansin plagar sita. Teir róptu og trummaðu allan dystin, og sungu tjóðsangin minst tíggju ferðir.

Eftir dystin fóru leikararnir sjálvandi yvir at takka smádreingjunum fyri stuðulin og rómurin millum dreingirnar tók ongan enda.

Men hví eru so fá fólk á Tórsvølli?
Fyri tað fyrsta, so eru vit ov fá fólk í Føroyum, til at nógv fólk kunnu vera til øll tiltøk. Fyri tað næsta er als ikki neyðugt hjá fótbóltssambandinum at taka nakað gjald frá áskoðarunum til annað enn A-landsdystir, tí sera avmarkaðu inntøkurnar frá tílíkum dystum gera hvørki frá ella til í stóra kassanum hjá FSF. Eitt annað hugskot kundi verið at bjóðað liðum ókeypis til dyst saman við venjarum. líkasum B36-dreingirnir gjørdu í kvøld.