Borchers gjørdi munin

Dystarfrásøgn
Betri Deildini menn: HB - B68 4-1 (3-1) Dystartøl á faroesoccer.com

B68 loypti veruliga hvøkk á HB, tá ið Sebastian Lau Nielsen legði B68 fram um. Men HB svaraði aftur og vann dystin 4-1. Matthias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Mads Borchers og Jákup Thomsen skoraðu málini.

Nógvir bilar í Gundadali, og eisini nógv fólk til ársins fyrsta dyst, sum næstan mátti spælast í skundi, áðrenn veturin brast á aftur eftir eina góða várviku við einum vælsignaðum hátrýsti sunnanfyri Føroyar.

Nýinnkeypti landsliðsliðskiparin Viljormur Davidsen var ikki á vøllinum fyri HB, sjálvt um hann stóð í startuppstillingini. Hann hevði oyrnastingir søgdu søgurnar í HB-húsinum.

Sostatt var øll sterkasta verjan hjá HB burtur, Hørdur Askham, Bartal Wardum, Samuel Chukwudi og Viljormur. Heðin Hansen spældi mitt í trímansverjuni, Ári Mohr Jónson var fluttur aftur vinstra á miðverja, og Ási Dam fekk møguleikan høgrumegin eftir óteljandi dystir á beinkinum hjá HB.

HB setti seg á spælið beinanvegin. Spælið hjá meistarabiðlinum var tolið, mest sum ov, tí tað hendi ikki tað stóra. Bólturin var spældur nógv tvørtur um og aftur eftir, og spælið gekk ov seint til at volda væl skipaðu verjuni hjá B68 nakrar trupulleikar. Í veruleikanum skapti HB ikki ein einasta ordiligan møguleika fyrsta korterið.

Bráddliga burtur úr ongum skoraði B68. Sandoyingurin, Jónas Warner sendi bóltin inn úr vinstru síðu, HB verjan var passiv, og endin var, at Matthias Lau Nielsen legði toftamenn fram um til stóra frøi fyri larmandi viðhaldsfólkunum av Toftum.

Nú var tað sama søgan um aftur hjá HB. Nógv spæl og vánaliga verju, og í HB-húsinum byrjaði máttloysi spakuliga at hoyrast. Men tað náddi ikki at festa seg, so var javnleikur í Gundadali. Mattias Præst Nielsen gjørdi ikki minni enn at sakssparka bóltin aftur um seg í málið, eftir at HB megnaði at halda trýsti eftir eitt frísparksinnlegg.

Nakar minuttir seinni varð lagið heilt gott í HB-húsinum. Eftir eitt hornspark til B68, fór HB í skjótt mótálop. Dagsins maður hjá HB, Mads Borchers, vann eina tvídyst mitt á miðjuni úti í vinstru síðu, setti beina kós móti málinum við nógvari ferð, steðgaði so á og fann hegnisliga og eftir bókini, hin áleyparin, Mikkel Dahl, sum líka hegnisliga rullaði bóltiní málið. Mikkel Dahl byrjaði sostatt har hann slepti fyri tveimum árum síðan.

Áðrenn HB kom fram um 3-1, mátti Teitur Gestsson í málinum bjarga sínum monnum, tá ið Heðin Hansen í  trilvandi verjuni hjá HB gleið og gav Sebastian Lau Nielsen fría renning móti málinum. Ein rimmar møgueiki má sigast.

Nakrar minuttir fyri hálveik avgjørdi HB dystin. Adrian Justinussen legði bóltin flætt inn úr høgru síðu, Mikkel Dahl fekk ikki skot á, men har var Mads Borcher og setti bóltin í málið. So høvdu allir tríggir nýinnkeyptu útlendingarnir hjá HB skorað, og nú vóru tey nøgd í HB-húsinum.

B68 legði seg ikki at doyggja eftir steðgin, og teir gjørdu eina veruliga roynd at koma inn í dystin aftur, og tað varð eisini til nakrar góðar royndir móti málinum hjá HB. Eitt gott langskot frá Alex Mellemgaard mundi vera tað vandamiklasta.

Sum seinni hálvleikur leið, fótaði HB sær aftur, og hevði restina av dystinum tamarhald á dystinum. Dysturin gjørdist smá óinteressantur, og innskifti Jákup Thomsen setti punktum, tá ið hann skoraði eftir gott samanspæl við Mads Borchers.

Borchers var greitt besti maður á vøllinum, og kann vísa seg at gerast ein rimmar fongur hjá HB. Av øðrum sum spældu væl hjá HB kunnu nevnast Hanus Sørensen og Ári Mohr Jónson. Hanus var ein støðug hóttan á høgra veingi, og Ári pakkaði vanliga vandamiklasta mannin hjá B68, Mohamed Samba, inn, so at vit nærum einki sóu til hann.

Áðrenn dysturin endaði rakti fyrsta kavaælið Gundadal, og tá ið dómarin bríkslaði vóru teir fyrstu áskoðararnir longu á veg til hús, at hyggja eftir Liverpool og Manchester United, sum skuldi vísa seg at gerast ein minniligur dystur.