Samandráttir frá dystunum í 1. umfari í Betri Deildini

B36 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfarið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Her eru hæddarpunkt, sum Televarpið hevur gjørt frá dystunum í fyrsta umfari.

EB/Streymur - AB 2-0 (2-0) hagtøl frá faroesoccer.com
EB/Streymur fekk øll trý stigini, tá ið argjamenn vitjaðu á Eiði. Sundalagsmenn vunnu 2-0.






 HB - B68 4-1 (3-1( hagtøl frá faroesoccer.com
Favorittarnir úr HB fingu ein skelk, tá ið B68 legði seg fram um. Men HB fótaði seg skjótt aftur, og vann rímiliga lættliga 4-1.



Víkingur - B36 0-3 hagtøl frá faroesoccer.com
Heilt óvæntað vann B36 heili 3-0  á meistarakandidatunum út Víkingi. So hvør veit, um B36 aftur í ár fer at bjóða av í toppinum í bestu deildini.



KÍ - TB 7-1 (3-0) hagtøl frá faroesoccer.com
KÍ vann sum væntað greiðan sigur á TB, tá ið aldursforsetin vitjaði føroyameistaran í Klaksvík.



07 Vestur - ÍF 1-0 (0-0) hagtøl frá faroesoccer.com
Í ársins fyrsta dysti í Betri Deildini hjá monnum vann 07 Vestur á heimavølli 1-0 móti uppflytarunum úr ÍF. Her eru samandrátturin hjá Televarpinum: