H71 - KÍF 25-23 (11-10)
Høllin á Hálsi var fullsett, í minsta lagi 1500 áskoðarar, tá ið H71 vann móti KÍF í steypafinaluni hjá monnum. Finalan gjørdist jøvn og intens, og var avgjørd í seinasta minuttinum.
Fyri nøkrum viku síðan var valla nakar, sum væntaði, at H71 fór at vinna steypakappingini hjá monnum í ár. Men síðan er liðið munandi styrkt við Paula Jacobsen í málinum, og Peter Krogh, sum er við aftur eftir skaða. Teir báðir vóru sera avgerandi í einari sera spennandi finalu, sum kundi havt koppað báðar vegir.
-----------------------------------------
Góð H71-verja
Rói á Skipagøtu byrjaði dystin væl, og H71 kom fram um við nøkrum málum. KÍF hekk tó alla tíðina í, og hevði í fleiri umførum møguleika at minka um munin, men kollfirðingar vóru óneyvir, og í málinum stóð Pauli Jacobsen væl aftanfyri eina sera sterka og hart arbeiðandi verju.
Brøðurnir Veyhe stýra sterkari verju
Fyrri hálvleikur sum heild merktur av góðum verjum, og sum fyrri hálvleikur leið fekk verjan hjá KÍF við Veyhe-brøðrunum á odda stýr á Róa á Skipagøtu, og so gjørdist bráddliga verri hjá hoyvíkingum at skora.
Eitt leikbrá fekk gongd í H71 aftur, og nakrar ferðir var spælt tunt út á høgra vong, har Bogi Hansen skoraði nøkur mál. Fimm minuttir fyri steðgin var 10-6 til H71.
KÍF kemur fram um
Seinstu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki eydnaðist umsíður KÍF at fáa glið á málskjótingina. M.a. fingu teir nøkur mál upp á skjótálop, og í hálvleikinum var bara eitt mál á muni,, 11-10 til H71.
H71 byrjaði seinna hálvleik betri. Men so svaraði KÍF veruliga aftur. Vuk Stevanovic kom veruliga í gongd við málskjótingina, og Niclas Selvig minti eina løtu, um tað bestu útgávuna av sær sjálvum, sum vit sóu so ofta fyri nøkrum árum síðan.
Peter Krogh vendi gongdini
KÍF fekk nøsina fram um, og álopið hjá H71 steðagaði upp. Hvat ger venjarin hjá H71 so? Jú, hann velur fyri fyrstu ferð i longri tíð at brúka Peter Krogh í álopinum, og líka so týðandi, sum Peter er í verjuni, so gjørdist hann eisini sera týðandi í álopinum júst í røttu løtu.
Sveinur Olafsson í 60 minuttir
Ein leikari, sum vanliga ikki verður nevndur í teimum stóru yvirskriftunum, er Sveinur Olafsson hjá H71. Hann hevur í hálvfinalunum og aftur í finaluni verið ein av mest týðandi leikarunum hjá H71. Í miðverjuni breður hann ikki úr ætt, og stendur einki aftanfyri pápin Olaf Vesturgarð, sum fyri skjótt nógvum árum síðan var verjuskansin hjá H71.
Samanborið við pápin er Sveinur kortini ein nógv meira avslappaður og hugsavnaður ungur maður, sum ikki brúkar orku at berjast og brúka seg. Sveinur spælir hondbólt, og tað dugir hann væl, bæði í verju og álopi. Í finaluni spældi hann í samfullar 60 minuttir, og skoraði 6 týðandi mál.
Pauli stórspældi
Peter Krogh vendi gongdini í álopinum, og í hinum endanum fór Pauli Jacobsen veruliga at standa væl í málinum. H71 kom fram um aftur, og eina løtu, tá ið nakrir minuttir vóru eftir sá út til, at H71 stýrdi beinleiðs móti steypasigrinum. Men so fekk H71 tvær útvísingar og eitt, tvey, trý so hevði KÍF javnað til 22-22.
H71 kom beinanvegin fram um aftur, Pauli bjargaði enn einaferð og í seinasta minutti skoraði Rói á Skipagøtu averandi málið til 25-23, og harvið vóru menninir hjá H71 steypavinnarar fjórða árið á rað.
Hjartaliga til lukku við steypasigrinum H71
Dómararseðil: