Hoyvíkskvinnur vunnu lættliga


Faxe Kondi Steypafinala hjá kvinnum
H71 - Kyndil   31-27 (17-12)

H71 er steypavinnari hjá kvinnum 2023. Finalan móti Kyndli gjørdist ongantíð spennandi. Til tess var alt ov stórur munur á liðunum.

H71 var framman fyri allan dystin og vann at enda við fýra málum, 31-27.

---------------------------------------

Finalan lagaði seg akkurát sum væntað. H71 var rímiliga greiður favorittur, og tað, at Bára Krossteig Hansen hjá Kyndli ikki kundi vera við, gjørdi H71 bara til størri favoritt.

H71 legði seg eisini fram um beinanvegin. Við Janu Mittún á odda streyk H71 avstað. Var tað ikki fyri Jovanu Stranjanac í málinum hjá Kyndli, so kundi lættliga staðið upp aftur verri til hjá grøna havnarfelagnum.

Kyndil gjørdi sítt til at hanga í H71. Strikuspælið inn til Bjartu Johansen riggaði væl, og tá ið Turið Arge Samuelsen eisini fangaði einar tveir bóltar frá H71, so slapp H71 ikki ordiliga leyst av Kyndli.

Móti endanum av fyrra hálvleiki strammaði H71 í aftur. Verjan gjørdist tættari rundan um strikuna, og eisini hevði Elsa Egholm sera gott tak á Turið, sum vanliga skýtur stóran part á málunum hjá Kyndi.

Í hinum endanum var sjáldan trupult hjá H71 at koma gjøgnum verjuna hjá Kyndli. Tá ið so Jovana heldur ikki tók so nógv hesa løtuna, so fór H71 til hálvleiks við eini 17-12 leiðslu.

Seinni hálvleikur helt á sum fyrri. H71 fór spakuliga frá Kyndli. H71 nýtti høvið at hvíla leikarar, og eykaleikararnir komu skiftivís á vøllin. 

Eitt skifti var H71 frammanfyri við 8 málum. Men hoyvíkskvinnur slappaðu nógv av seinastu minuttirnar, og endin var, at tær vunnu 31-27.  Harvið fekk H71 hevnd fyri ósigurin móti Kyndli í steypafinaluni í fjør.

Hjartaliga til lukku við steypinum H71.