H71 - VÍF 32-27 (14-14), samanlagt 54-49
Menninir hjá H71 eru steypafinaluni fyri sjeyndu ferð seinastu átta árini. VÍF má hinvegin enn einaferð staðfesta, at teir ikki eru steypalið, eftir bert eina finalu í 15 ár.
VÍF byrjaði dystin betri. Men H71 kom skjótt aftur í aftur, og í seinni hálvleik fór H71 skjótt frá VÍF og økti spakuliga munin til dysturin var avgjørdur.
Tað fekk avgerandi týdning fyri dystin, at málverjn hjá VÍF, Mladen Mjerimacka, mátti út við skaða.
VÍF og serliga Kristoffur Bjørgvin byrjaðu dystin sera væl. Bæði í verju og álop gekk Kristoffur, sum er uppvaksin í Kyndli, men ættaður úr Vestmanna, á odda. Hann hevði gott tak á vandamiklasta leikarnum hjá H71, Róa á Skipagøtu í verjuni, og í hinum endanum bæði breyt hann gjøgnum verjuna og sendi langskot í málið.
Peter Krogh tetti verjuna
VÍF var í trimum førum framman fyri við trimum málum, og við støðuna 9-4 tók H71 leikbrá, og tað hjálpti beinanvegin.
Risin í verjuni hjá H71, Peter Krogh, kom inn í verjuna, og hann vísti veruliga, at hann helst er besti verjuleikari í føroysku kappingini seinastu mongu árini. Eisini kom norski málverjin, meira enn tveir metrar høgi Alexander Lein Martinsen, á vøllin fyri Paula Jacobsen, sum einki hevði tikið. Verjan gjørdist tøttt, og skjótt hevði H71 arbeitt seg upp á javnleik 10-10.
Skaðin hjá Mladen broytti dystin
Stutt fyri hálvleik fekk málverjin hjá VÍF, Mladen Mjerimacka, ein skaða, sum kundi sæð út sum ein vøddaskaði í lærinum. Hetta fekk stóra ávirkan á restina av dystinum, tí VÍF bara hevði unga Leivur Joensen, sum er komin úr EB, at dúva upp á. Ikki tað, Leivur stóð hampiliga væl, men tað var týðiligt, at hann hann ikki hevur sama støði sum Mladen, og tað gjørdi, at H71 fekk nøkur løtt mál. VÍF hevur í nógv ár bara havt ein veruliga góðan málverja, og tað má avgjørt metast at vera ein stórur veikleiki, sum veruliga kom til sjóndar í kvøld.
Rói og Rói
Eftir hálvleiksstøðuna 14-14 gekk javnt á nakrar minuttir í seinna hálvleiki. So fór H71 undan, og serliga teir báðir Rói á Skipagøtu og blaðungi Rói Seyer Hjaltason gingu á odda við málskjótingini. Serliga var stuttligt at síggja Róa Hjaltason vera sera tryggan í skotunum av vinstra veingi, og hann skoraði upp á øllum síni sjey skot.
Pauli stongdi málið
Okkara landsliðsmálverji, Pauli Jacobsen, kom inn í málið hjá H71 í seinna hálvleiki, og hansara avrik hevði eisini avgerandi týdning fyri, at H71 fór undan VÍF. Eina løtu nærum stongdi Pauli málið, og í H71 kunnu tey ikki annað enn fegnast um, at frálíki málverjin hevur valt at spæla hálvt ár í barndómsfelagnum, áðrenn hann ætlar sær uttanlands aftur.
VÍF fekk nógvar útvísingar
Eitt annað, sum hevði ávirkan í seinna hálvleiki, vóru tær mongu útvísingarnar, sum VÍF fekk. Tær vóru allar uppibornar. Men vestmenningar vóru eitt sindur ónøgdir við, at H71 ikki fekk nakrar fleiri útvísingar, og tað høvdu teir eisini allan rætt til, tí eini tveimum trimum førum, sluppu hoyvíkingar sera bíliga, tá ið teir steðgaðu VÍF-leikarum alt ov harðliga.
H71 vann uppiborið
Um miðjan seinna hálvleik kom H71 fimm mál frammum, og VÍF kláraði ongantíð at svara aftur. Tað hevur annars verið eitt av vørumerkjunum hjá VÍF hetta kappingarárið, at venda hóttandi ósigrum til sigurs, men í kvøld var eingin vegur aftur. Hoyvíkingar kunnu nú gera seg klárar til enn eina finalu. Tá verður mótstøðuliðið KÍF, og sum H71 spældi í kvøld, so verður talan um nakran lættan dyst hjá kollfirðingum.