Huldumál tryggjaði Neistanum stig


Burn Deildin hjá monnum
Neistin - VÍF 35-35 (15-16)

Ein rimmar feilur frá dómaraborðinum gav Neistanum eitt eyka mál og hevði avgerandi ávirkan á úrslitið í dystinum millum menninar hjá Neistanum og VÍF í høllini á Hálsi í dag. Feilurin hjálpti Neistanum inn í dystin aftur, og endin var at dysturin endaði javnt 35-35

Støðan var tann, at tá ið eini tíggju minuttir vóru eftir, sóu øll, at Neistin manglaði eitt mál á máltalvuni. Tíðin varð steðgað, og so fekk Neistin knappliga tvey mál eyka. Eingin veit, hvar tað eina málið kom frá. Eingi neistafólk saknaðu málið, og eftir dystin, søgdu fleiri neistaleikarar, at teir áttu ikki fáa hatta eyka málið.

Sum ljóðaði í høllini eftir dystin, so fer VÍF at klaga. Men spurningurin er, hvat VÍF fær burtur úr tíð. Tí sjálvt um huldumálið kann prógvast í upptøkum frá dystinum, so loyvir regluverkið hjá HSF ikki upptøkum sum próvtilfar í ivamálum. Endin verður tí helst tann, at Neistin fær tað eina stigið.

Tá ið alt hetta er sagt, so kann VÍF eisini takka sær sjálvum, at teir kastaðu eina annars trygga leiðslu burtur móti endnum av dystinum. VÍF var betra liðið stóran part av dystinum, men teir kláraðu ikki at halda høvdið kalt.

Góðir málverjar
Fyrsta korterið komu fá mál, og tað var ikki minst teimum báðum málverjunum fyri at takka.

16 ára gamli Sacha Lacok var í málinum hjá VÍF, tí at Mladen júst er komin av sjúkrahúsi. Hann fekk ein fína byrjan upp á dystin, og hansara partur lá ikki eftir, og fleiri ferðir bjargaði hann leysum monnum á veinginum

Í hinum endanum stóð  ungarski málverjin hjá Neistanum, Bence Godor, ikki minni væl, og bjargaði ferð eftir ferð, tá ið VÍF skjeyt.

Í álopsspælinum hjá VÍF gekk Julian Olsen undan, meðan vanligi stórskjúttin Filip Jojic kom ikki ordiliga í gongd. Neistin fekk fleiri mál upp á aðru bylgju í mótálopum, og serliga Julian Kragesten var sjónligur í álopinum hjá heimaliðinum.


Meira ferð á spælið 
Sum hálvleikurin leið, kom meira ferð og megi í álopsspælið hjá báðum liðum. Neistin skoraði fleiri mál upp á skjót mótálop, men teir kastaðu eisini nógvar bóltar burtur, og VÍF revsaði teir nærum hvørja ferð.

VÍF var heldur betra liðið hesa løtuna, og teir kom eisini einar tvær ferðir fram um við tveimum málum. Men VÍF slapp ikki undan, og í hálvleikinum var 16-15 til VÍF.

Beint fyri hálvleik gjørdist uppgávan hjá Neistanum truplari, tá ið teirra besti álopsleikari, Julian Kragesten skraddi í armin á púra leysa Filip Jojic, og so høvdu dómararnir ikki annað val enn at draga reyða kortið úr lummanum.

Nógv mál
Fyrst í seinna hálvleiki rapaðu málini inn í báðum endum. Verjurnar vóru vánaligar, og skjúttarnir fingu frítt spæl. VÍF hótti framvegis við at fara undan Neistanum, men m.a. spælstýrarin, Teitur Magnusson, helt Neistanum inni í dystinum við nøkrum málum og onkrari fríspæling.

VÍF hevði fleiri ferðir góðar møguleikar at koma trý mál fram um, men hvørja ferð kastaðu teir bóltin burtur,og Neistin hekk framvegis í VÍF.

Missurin av Julian Kragesten vísti seg at gerast í so stórur, og tað gjørdist truplari og truplari hjá Neistanum at skora mál.

Jóhan Hofgaard kom inn í málið hjá VÍF og bjargaði væl nakrar ferðir, og tá ið VÍF framvegis skoraði í hinum endanum, kom VÍF fram um við fimm málum.


Spenningur dystin út
Neistin tók time-out tvær ferðir. Tað kom spakuliga spenningur í dystin aftur. Feilurin hjá dómaraborðinum gjørdi sítt, og ókonsentreraðir vestmenningar gjørdu sítt.

Spenningurin vardi dystin út, og liðini skiftust um at skora. Í seinasta minutti var VÍF í álopið og framman fyri 35-34. Men tá ið Andreas Eriksen brendi nøkur sekund fyri tíð, var bólturin kastaður fram til Teit Magnusson, sum skoraði til 35-35.

Eftir dystin setti keðiligi dómarafeilurin sín dám á alt prátið í høllini. Ein tílíkur feilur er komin fyri fyrr, haldi eisini tað var millum Neistan og VÍF ta ferðina. Vónandi koma so býttir feilir frá einum dómaraborðið ikki fyri aftur, tí hatta eigur heilt einfalt ikki at koma fyri.


Dómaraseðilin sæst her: