Oddmar bjargaði Føroyum

UEFA Nations League
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
Tað mesta er helst longu sagt um landsdystin í gjár. Dysturin var ikki serliga væl spældur, og okkara menn skulu helst vera best nøgdir við 1-1 javnleikin og harvið varðveita góðu frástøðuna niður til Lettland á stigatalvuni.

Oddmar sín besta dyst higartil
Lettland kom fram um í 25. minutti, tá ið bólturin eftir eitt fríspark endaði hjá púra leysa Jānis Ikaunieks. Tíbetur javnaðu Føroyar longu tríggjar minuttir seinni, tá ið Oddmar Færø skallaði eitt hornaspark í málið. Hetta var fyrsta málið hjá Oddmar á landsliðinum.

Oddmar var eisini valdur til dagsins spælara. Tað hevði hann eisini uppiborið, og Oddmar spældi í gjár helst sín besta landsdyst higartil. Hann breyt væl, tá ið Lettlandi sendi bóltar fram eftir vøllinum, og hann dugdi eisini ofta væl at føra bóltin fram eftir vøllinum.

Ofta hevur Oddmar ikki ordiliga fingið tað at rigga á landsliðinum, hóast hann her í heimligu kappingini hevur spælt sera væl. Í nógv ár hevur hann tí verið triðja væl eftir Atla Gregersen og Sonna Ragnar Nattestad.

Nú er Atli givin, og hvør skal so manna okkara miðverju? Sonni Ragnar sær út til at vera fyrsta val hjá Håkan Ericson, og so kappast Oddmar við hin KÍ-miðverjan, Heina Vatnsdal, um hitt plássið. Í gjár gjørdi Oddmar so sítt til, at hann kann verða millum teir fyrstu ellivu komandi dystirnar.

Brandur er týðandi
 
Føroyar byrjaðu dystin betri, men tá ið Brandur Hendriksson mátti av vøllinum longu í 11. minutti, tí hann føldi seg illa, og sá dupult, sóu vit veruliga, hvønn týdning skálvíkingurin hevur á føroyska landsliðnum.

Føroyar fekk ongantíð aftur í dystinum spælið at hanga veruliga saman, og tað varð ofta til, at okkara menn máttu senda høgar bóltar fram eftir vøllinum.

Tíbetur spældi Lettland heldur ikki serliga væl, og teirra spæliháttur minti nógv um tann føroyska.

Móti endanum av dystinum, settu lettar tó nummar 19, Mārtiņš Ķigurs, á vøllin og hann voldi føroyingum stórar trupulleikar, tá ið hann rak inn í brotsteigin úr vinstru síðu, men vit hildu tætt.

Teitur ikki spælt seg av
Teitur Gestsson fekk aftur møguleikan í málinum í gjár, tí Gunnar Nielsen orsaka av sóttarhaldsreglum í Føroyum og Íslandi ikki fekk verið við.

Teitur hevur nú spælt nakar landsdystir, og aftur í gjár sóu vit, at hansara stóra styrki fram um Gunnar er hansara bóltførleiki, sum ger, at Føroyar hevur nógv lættari við at byggja spælið upp har afturi frá. Harafturat er Teitur eisini ein frálíkur málverji í allar aðrar mátar,.

Gunnar er helst framvegis fyrsta val. Men Teitur hevur so ikki spælt seg av liðinum, nú hann endiliga hevur fingið møguleikan, eftir at hava sitið á beinkinum í fleiri harrans ár.

Mundu vunnið
Vit skulu vera væl nøgd við javnleikin. Men vit kundu enntá havt vunnið. Tí málið, sum Jóan Símun Edmundsson skoraði í 65. minutti, átti helst ikki at verið kolldømt fyri rangstøðu. Spell, men soleiðis er nú einaferð.

Sær gott út
Føroyar hava nú sjey stig, og eru fýra stig frammanfyri Lettland á øðrum plássi. Andorra og Málta spældu málleysan javnleik og hava tvey stig í part. Týsdagin vitjar Andorra á Tórsvølli, og við einum sigri í tí dystinum fer veruliga at síggja gott út hjá Føroyum at kunna vinna bólk D1 í Nations League.

UEFA Nations League
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
0-1, 25. Jānis Ikaunieks
1-1, 28. Oddmar Færø
Dysturin á uefa.com