Showing posts with label Fótbóltslandsliðið. Show all posts
Showing posts with label Fótbóltslandsliðið. Show all posts

Ikki nóg gott

EM-undanbólkur E: Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

Føroyar fáa sjáldan so góðan møguleika at vinna ein undandyst á útivølli sum í kvøld. Mótstøðuliðið Moldova var ikki nógv at reypa av. Men tað vóru Føroyar heldur ikki.

Kortini vóru Føroyar nógv betri í í fyrra hálvleiki, og tað var uppiborið, at Føroyar vóru framman fyri 1-0.

Eitt frálíkt mótálop byrjaði við einari góðari sending frá Jákupi Andreasen langt aftur á egnari hálvu. Meinhard Olsen rak síðan fram eftir vøllinum, og legði eina minst líka góða sending til Mads Mikkelsen, sum úr eitt sindur spískum vinkli fekk so mikið gott skot á bóltin, at hann fór í málið.

Hóast Føroyar ikki vóru góðir í fyrra hálvleiki, so gjørdist enn og verri í seinni. Liðið lá alt ov langt afturi á vøllinum, og sum hálvleikurin leið, so gjørdust atsóknirnar hjá Moldova alt meira vandamiklar, og tað var bara spurningur um tíð, so fór at enda galið. 

Nakrar minuttir fyri tí dømdi dómarin brotspark, tá ið Heini Vatnsdal kom til at sláa ein áleypara hjá Moldova í høvdið. Brotsparkið sendu moldovar trygt í málið, og so endaði dysturin 1-1.

Sandoyingar stoltir av sínum Brandi

Nú Brandur Hendriksson hevur spælt 50 landsdystirnar, nýtir B71 høvi at skriva eina heilsan til Brand. M.a. verður skrivað soleiðis:

Vit í felagnum eru altíð errin av okkara leikluti í fótbóltslívi leikara okkara og vit ynskja hervið Brandi hjartaliga tillukku við teimum fyrstu 50 landsdystunum!

 

Klæmint setti lív í


HM-undanbólkur F: Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)
Tað sá einki út, tá ið Føroyar nakað inn i seinna hálvleik komu aftur um 2-0. Vit megnaðu tó at javna, og Klæmint Olsen var okkara klárt besti maður við at leggja upp til eitt mál og skora eitt. Klæmint Olsen er harvið komin ájavnt við málmetið á landsliðnum.

Tíverri so skoraði Ísrael eitt mál afturat, og so fingu Føroyar heldur einki stig í hesum seinasta HM-undandystinum í hesum umfarinum.

Klæmint skapti spenning eina løtu


Danmark – Føroyar 3-1 (1-0)
Føroysku áskoðararnir sluppu at fegnast um eitt mál í Parkini. Klæmint Olsen kom inn og beint framman fyri føroyska áskoðarunum minkaði stórskjuttin úr Rituvík til 2-1. 

Ekstasa á áskoðaraplássunum, og vit droymdu um javnleikin. Tann dreymurin brast, tá ið Danmark gjørdi tað til 3-1.

Vit skakaðu Danmark eina løtu, men endin var, at vit taptu greitt móti ein sera góðum liði.

Fortuna smílir ikki til okkum



HM-undanbólkur F: Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
Annan dystin á rað mugu vit staðfesta, at tað gongur illa hjá okkara monnum at skora mál. Aftur í kvøld spældu Føroyar ein frálíkan fyrra hálvleik, og vit høvdu uppiborið at verið framman fyri í hálvleikinum. Men vit duga bara ikki at skora mál fyri tíðina.

Í seinna hálvleiki fullu Føroyar alt ov langt aftur á vøllin, og til endan var næstan bara spurningur um tíð, áðrenn Skotland fór at skora. Tað gjørdu teir eisini, og enn einaferð kunnu vit iðra okkum um ein ósigur, tá ið vit saktans kundu havt vunnið ella í minsta lagi spælt javnt.

Tóku ikki av møguleikunum

HM-undanbólkur F:
Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)
Føroyar spældu í veruleikanum ein rættiliga góðan landsdyst móti Eysturríki á Tórsvølli í kvøld. Vit vóru við í dystinum. Ja, vit vóru faktiskt væl við í dystinum, og bjóðaðu Eysturríki upp til dans.

Tað var ikki beinleiðis óvæntað, at føroyska liðið legði so nógv fyri frá byrjan. Tað er sæð fyrr, hóast tað sjáldan um ikki ongantíð hevur eydnast at fáa nakað burtur úr.

Í kvøld kláraðu okkara menn tó í nógv størri mun at halda fram at trýsta høgt á vøllinum gjøgnum allan dystin, og tað var hugaligt at síggja, hóast vit taptu 2-0.

Livdu upp til vónirnar

HM-undanbólkur F: Føroyar - Moldova 2-1 (0-0)

Leingi sótu vit við einari tómari kenslu, tí óttin fyri at tapa sá út til at vera størri enn viljin til at vinna.

Tvey skjót mál, tá ið ein tími var spældur, vendi brádliga tí heila á høvdið. Klæmint Olsen og Heini Vatnsdal skoraðu málini.

Fimm minuttir fyri tí kom tó spenningur í aftur, tá ið Gunnar Vatnhamar kom at snýta Teit Gestsson í málinum,og Moldova skoraði.

Tað eydnaðist at kortini fáa sigurin í hús, og harvið livdu okkara menn upp til vónirnar um ein sigur.

Minti um "Landskrona"

HM-undandystur: Føroyar - Danmark 0-1 (0-0)
Okkara menn stríddust sum úlvar og mundu skapt sensatiónina, tá ið teir á fullsettum Tórsvølli hildu javnleikin móti donsku stjørnunum til fimm minuttir vóru eftir. Men sum so ofta fyrr, so misti vit á stokkinum.

Eftir vánaliga avrikið móti Ísrael reistust Føroyar aftur, tá ið Danmark vitjaði á Tórsvølli. Danmark spardi nakrar av stjørnunum, og hjá okkum vóru Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson við aftur. Eisini hevði landsliðsvenjarin eitt sindur óvæntað valt Teit Gestsson at verja føroyska málið, og hann skuldi vísa seg at fáa heilt stóra ávirkan á dystin.

Brandur ljóspunkt í skuffandi dysti

Føroyar - Ísrael 0-4 (0-2)
Nú dagin eftir landsdystin móti Ísrael ber til at taka eitt sindur samanum. Undan dystinum høvdu serfrøðingarnir eina lítla vón um, at tað møguliga kundi eydnast at fáa stig móti Ísrael. Um hugt var eftir FIFA-styrkilistanum, so átti tað eisini at verið møguligt, tí Ísrael liggur ikki so langt framman fyri Føroyar á listanum. 

Men hendan dystin skuffaðu Føroyar, og´4-0-ósigurin sigur tað, sum skal sigast.skal. Onkur lítil glottið var kortini.

Stórsigur móti vánaligari mótstøðu


Vinadystur: Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)
Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjar var eingin ivi um, at føroyska landsliðið var nógv betri enn Liktinstein. Endin var, at Føroyar vunnu 5-1, sum er størsti sigurin nakrantíð hjá føroyska landsliðnum.

Ísland vann enn einaferð


Vinadystur: Føroyar – Ísland 0-1 (0-0)
Føroyar hava framvegis ongantíð vunnið á Íslandi í Føroyum. Hóast gott føroyskt spæl, so skoraði Ísland einasta málið í dystinum.

Meinhard bjargaði Føroyum

HM-undandystur
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
Talan var um ein sera vánaligan landsdyst á einum sera vánaligum vølli, tá ið Føroyar spældu í Moldova. Ein verjuvilla frá Sonna Ragnar Nattestad í fyrra hálvleik gav Moldova fyrimun. Í seinna hálvleiki var føroyska avrikið eitt sindur betri og innskifti Meinhard Olsen javnaði eftir eitt av teimum fáu góðu føroysku álopunum í dystinum.

Ári bjargaði Føroyum

UEFA Nations League
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)

Føroyar koma aftur um móti Malta. Men okkara menn megnaðu at koma aftur í aftur, tá ið Ári Mohr Jónsson skoraði. Við javnleikinum vunnu vit okkara bólk í Nations League og flyta eina deild upp, næstu ferð vit spæla í Nations League.

Gyppa og renn fótbóltur

(Skermmynd frá KvF)
UEFA Nations League 
Lettland - Føroyar 1-1 (0-0)

Landsdysturin í kvøld í Lettlandi var ikki nógv at reypa av, hvørki leikliga ella hvat úrslitinum viðvíkir. Føroyar kundu við sigri á Lettlandi vinna okkara bólk í Nations League. Men 1-1 javnleikurin ger, at seinasti dystur móti Malta verður ein sonn finala, har vit klára okkum við javnleiki og møguliga við einum eitt máls ósigri.

Fleiri fingu møguleikan

Mynd: Hans Erik Danielsen - fsf.fo
Venjingardystur 
Litava - Føroyar 2-1 (2-0)


Håkan Ericson brúkti møguleikan at geva nógvum leikarum møguleikan at vísa seg fram, tá ið Føroyar í kvøld spældu venjingardyst móti Litava í Vilnius. Heimaliðið var nógv betri í fyri steðgin og førdi 2-0 í hálvleikinum. Føroyar komu betri við í seinna hálvleiki, og Gunnar Vatnhamar minkaði til 2-1 í longdu leiktíðini.

Klæmint gjørdi av við Andorra

UEFA Nations League
Føroyar - Andorra 2-0 (2-0)

Føroyar spældu í myrkabláum troyggjum, og vóru nakað so sjáldsamt sum stórfavorittar at vinna á Andorra.

Andorra byrjaði nógv longri frami á vøllinum, enn nakar hevði væntað. Hetta tók føroyingar á bóli, og vit høvdu torført við at fóta okkum fyrstu tíggju minuttirnar, sum vóru merktir av nógvum fríspørkum, gulum kortum og lítlum spæli.

So við og við fingu føroyingar yvirvág í spæli, og dysturin gjørdist, sum væntað áðrenn, við. Andorra langt afturi á vøllinum, og Føroyar, sum royndi at finna vegin gjøgnum tøttu verjuna hjá Andorra.


Tvær ferðir Klæmint
Føroyar hevði tvær góðar royndir við høvdinum, áðrenn vit løgdu okkum fram um við einum frálíkum máli í 19. minutti.

Í høgru síðu spældi Jóannes Bjartalíð hegnisliga bóltin inn millum bakkin og miðverjan, har kom Meinhard Olsen rennandi og legði bóltin inn fyri til málrevin Klæmint Olsen, sum sneiddi bóltin í málið.

Føroyar helt fram at hava alt spælið, og í 33. minutti gav tað úrslit. Føroyar vunnu bóltin langt frami á vøllinum í høgru síðu, Hallur Hansson rak seg leysan, og inni fyri málið var Klæmint Olsen aftur upp á pláss, og skallaði bóltin í málið í besta Ronado-stíli.


Hallur mundi fingið reytt kort
Nakrar minuttir seinni fingu Føroyar eitt brotsspark, tá ið Meinhard Olsen var feldur í brotsteiginum. Tíverri brendi Hallur Hansson, og Meinhard Olsen rakti beint á málverjan upp á returin.

Undan dystinum var nógv tosað um, at okkara leikarar ikki mátta lata seg lokka av ónollunum hjá Andorra. Men í løtuni beint eftir brotssparkið, var okkara liðskipari Hallur Hansson heppin ikki at fáa sítt annað gula kort.

Endurtøkurnar í sjónvarpinum vístu heilt greitt, at hann blakaði seg niður, tá ið ein andorri nært við hann. Púra óneyðugt hjá Halli at gera slíkt, og hesa løtuni, hevði kanska verið skilagott at tikið Hall av vøllinum, áðrenn hann dummaði seg eina ferð aftur at. Tíbetur helt Hallur høvdið kalt restina av dystinum.


Føroyar høvdu tamarhald
Í seinna hálvleiki hevði Føroyar alla tíðina fult tamarhald á dystinum. Andorra royndi alla tíðina at skapa rok, men føroyingar dugdu betri at halda høvdið kalt eftir steðgin.

Føroyar høvdu alt spælið, og nakar ferðir var nær við, at Klæmint Olsen fullførdi sítt hattrick.

Móti endanum av dystinum royndi Andorra at fara longri fram á vøllin. Men tað var als einki bit í teirra álopi, og Føroyar vunnu ein tryggan 2-0 sigur.

Hjá Føroyum varð Klæmint Olsen sjálvandi valdur til dagsins leikara. Men fleiri aðrir spældu eisini væl. Brandur Olsen vísti, hvønn týdning hann hevur fyri, at føroyska spælið gongur væl. Jóannes Bjartalíð spældi eisini ein góðan dyst, og Meinhard Olsen tók av møguleikanum at sleppa at byrja á vøllinum aftur.

Mangla tvey stig
Í hinum dystinum í bólkinum vann Malta 1-0 í Lettlandi. Tað ger, at Føroyar við 10 stigum nú eru fimm stig framman fyri Malta á øðrum plássi. Fáa okkara menn tvey stig í teimum báðum útidystunum mitt í novembur móti Lettlandi og Malta, so er fyrsta plássið í bólkinum tryggjað.

Fyrsti dysturin móti Lettlandi verður uttan teir báðar sentralu miðvallarleikarnar, Brand Olsen og Hall Hansson, sum báðir fingu gult kort í dag, og tí eru leikabannaðir móti Lettlandi.


UEFA Nations League
Føroyar - Andorra 2-0 (2-0)
1-0, 28. Klæmint Olsen
2-0, 33. Klæmint Olsen
Dysturin á uefa.com


Oddmar bjargaði Føroyum

UEFA Nations League
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
Tað mesta er helst longu sagt um landsdystin í gjár. Dysturin var ikki serliga væl spældur, og okkara menn skulu helst vera best nøgdir við 1-1 javnleikin og harvið varðveita góðu frástøðuna niður til Lettland á stigatalvuni.

Minti mest um ein venjingardyst


Venjingardystur: 
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
Tað var einki at ivast í, at talan var um ein venjingardyst, tá ið okkara manslandslið í fótbólti í dag spældi móti Danmark, og spurningurin er, hví dysturin var trokaður inn í kalendaran beint áðrenn tveir týðandi dystir í Nations League móti Lettlandi og Andorra.

Klæmint loysti knútin

UEFA Nations League
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)

Tað man vera sera sjáldan, at føroyska landsliðið hevur havt bóltin so nógv, og at mótstøðuliðið hevur verið so vánaligt, sum Andorra var í kvøld.

Lava og Brandur bjargaðu kvøldinum


UEFA Nations League
Føroyar - Malta 3-2 (1-1)
Eftir ein frálíka byrjan fullu okkara menn í fátt, og við tveimum málum var Malta á veg til sigurs. Men tá ið ringast sá út, bjargaðu Andreas Lava Olsen og Brandur Hendriksson okkum frá einum eyðmýkjandi ósigri í fyrsta landsdystinum hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson.