Vinadystur: Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)
Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjar var eingin ivi um, at føroyska landsliðið var nógv betri enn Liktinstein. Endin var, at Føroyar vunnu 5-1, sum er størsti sigurin nakrantíð hjá føroyska landsliðnum.
Føroyar hava sjáldan, um ikki ongantíð havt so leikliga yvirvág, sum í kvøld. Tað sá eisini út til, at okkara menn líka skuldu venja seg við óvandu støðuna, tí tað gekst illa at fáa bit í álopið fyrstu løtuna.
Og tað kom sum eitt lítið sjokk, tá ið Liktinstein legði seg fram um eftir sítt fyrsta álop. Føroyar mistu bóltin á miðjuni, rangstøðufellan kiksaði, júst innskifti málverjin, Teitur Gestsson, skuldi helst havt bjargað, og so vóru vit aftanfyri.
Tíbetur gingu bert fáir minuttir, so var javnleikur. Klæmint Olsen beindi bóltin í málið við lærinum, eftir eitt innlegg.
Hetta var júst tað, vit høvdu brúk fyri, og nú fór álopsmaskinan at glíða betri. Heðin Hansen legði nakrar góðar mitt fram eftir vøllinum, Sølvi Vatnhamar spældi sum altíð gott, Jóannes Kalsø Danielsen var við í nógvum, og Brandur Hendriksson vísti veruliga, at hann trívist væl frammi á vøllinum, tá ið ein veruligur seksari er á vøllinum.
Tað var eisini Brandur, sum gjørdi tað til bæði 2-1 og 3-1.
Í hálvleikinum og í seinna hálvleiki vóru nógvar útskiftingar framdar. M.a. komu Petur Knudsen og Tróndur Jensen á vøllin. Serliga Tróndur Jensen vísti, at hansara dygdir er væl egnaðar móti liðum, sum eru í veikara endanum á stýrkislistanum.
Klæmint Olsen skoraði enn eitt mál, og liðskiparin Viljormur Davidsen sendi eitt brotsspark upp undir nettakið
Beint undan seinast floyti, hevði Teitur Gestsson eina rimmar bjarging, tá ið málskjúttin hjá Liktinstein, Göppel, skeyt úr næstan soma støðu, sum tá ið hann skoraði úr. Harvið vunnu Føroyar sín størsta sigur nakrantíð.
Hóast mótstøðuliðið var sera vánalig í kvøld, so hevur føroyska landsliðið styrkt sjálvsálitið seinastu vikuna, tí spælið hevur verið gott í hesum báðum vinadystunum móti Íslandi og Liktinstein.
Nú er bara spurningurin, um vit klára at hava tað góða spælið við, tá ið vit møta sterkari mótstøðuliðum.
Vinadystur: Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)
0-1, 19. Göppel 19
1-1, 23. Klæmint Olsen
2-1, 38. Brandur Hendriksson
3-1, 41. Brandur Hendriksson
4-1, 65. Klæmint Olsen
5-1, 79. Viljormur Davidsen (brotsspark)
Dysturin á uefa.com