Vinadystur: Føroyar – Ísland 0-1 (0-0)
Føroyar hava framvegis ongantíð vunnið á Íslandi í Føroyum. Hóast gott føroyskt spæl, so skoraði Ísland einasta málið í dystinum.
Vinadysturin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli í kvøld minti mest um ein typiskan vinadyst, sum fór at enda við málleysum javnleiki.
Men kortini var tað Ísland, sum vann dystin. Við einum frálíkum fluktara skoraði innskifti Mikael Anderson eftir eitt líka gott álop.
Annars vóru Føroyar í stórum partum av dystinum leikliga omaná, tó uttan at skapa teir stóru møguleikarnar.
Seinastu minuttirnar løgdu Føroyar trýst á at javna, og einaferð fór bólturin í málið. Brandur Olsen sendi eitt hart fríspark úr 25 metrum, og málverjin kláraði ikki at halda bóltinum, sum støkk til Oddmar Færø. Men á veg í málið kom bólturin í Heina Vatnsdal, sum var rangstaddur, og so var ikki mál.
Jákup Andreasen nærri landsliðnum
Hjá Føroyum tók Jákup Andreasen av møguleikanum at spæla seg nærri tí fasta plássinum á verjukenda miðvøllinum, sum tey flestu vænta, hann fyrr ella seinni fer at ogna sær, nú føroyska landsliðið hevur leitað eftir einum natúrligum verjukendum miðvallarleikara, síðan Fróði Benjaminsen gavst fyri nøkrum árum síðan.
Við Jákup á akkersplássinum var betri pláss hjá Brandi og Halli at fara fram eftir vøllinum. Brandur megnaði eisini at venda sær nakrar ferðir á miðjuni og fáa Føroyar í álopsstøðu. Kortini tyktist, sum at ferðin var ov lítil í álopinum, og tí var lutfalsliga lætt hjá íslendingum at verja fyri.
Teitur borgar fyri bóltspæli
Vit sóu eisini enn einaferð, at landsliðið megnar nógv betri at hava bóltin, tá ið Teitur Gestsson er í málinum. Ferð eftir ferð sóu vit bólttrygga málverjan spæla neyvar sendingar fram á miðvøllin, og tað sást eisini, at hinir leikararnir vóru tryggir við at spæla bóltin aftur til til Teit.
Av øðrum kann nevnast, at Jákup Johansen kom inn at spæla sín fyrsta landsdyst, og tað var eisini um reppið, at hann spældi upp til eitt mál. Men Klæmint Olsen kláraði akkurát ikki at prika bóltin upp um málverjan.
Álopspælið kann gerast betri
Samanumtikið kunnu vit vera hampiliga væl nøgd við avrikið hjá okkara monnum. Men enn manglar, at vit duga betri at avgera dystir, og enn er nógv at arbeiða við í álopspartinum.
íslendingar spældu eftir tí leistinum, sum hevur givið teimum framúr góð úrslit seinastu mongu árini. Góð og tøtt verja, fáar spælstøðir at veg í álop, og so ein roynd at fáa eina vandamikla støðu framman fyri málinum. Íslendska málið í kvøld var júst eftir hesi uppskriftini.
Vinardystur: Føroyar – Ísland 0-1 (0-0)
0-1, 70. Mikael Anderson
Dysturin á uefa.com