Betri Deildin hjá monnum: NSÍ - HB 0-0 (0-0)
KÍ var stóri sigurharrin, tá ið nærmastu fylgjararnir á stigatalvuni, NSÍ og HB, deildu stigini í málleysum javnleiki við Løkin í dag.
Nógvir møguleikar og HB omaná
Heilt nógvir áskoðarar vóru til stórdystin í Runavík millum NSÍ og HB. Bæði liðini høvdu brúk fyri at vinna fyri at fylgja við KÍ, sum sær út til at hava beina leið móti meistaraheitinum.
Teir mongu áskoðararnir sóu eisini ein góðan dyst við nógvum málmøguleikum.
Longu í fyrsta minutti hevði NSÍ bóltin í málinum, men málið var kolldømt fyri rangstøðu.
NSÍ hevði eisini ein góðan møguleika løtu aftaná, og HB hevði fyrstu løtuna trupult við at spæla bóltin út av egnari hálvu.
Tað gekk tó ikki leingi, so fekk HB leikliga yvirvág í spælinum, og HB hevði eisini nokk av møguleikum at vera framman fyri í hálvleikinum. Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen kláraðu at skallað framvið málinum í sera góðari støðu, og í einum føri bjargaði ein verjuleikari hjá NSÍ á strikuni.
NSÍ satsaði upp á skjót mótálop, og tað var fleiri ferðir vandi á ferð, tá ið teir gulu bjóðaðu heldur ótryggu verjuni hjá HB av. Men heldur ikki NSÍ megnaði at vera nóg neyvir, tá ið teir skutu móti málinum.
HB átti helst at havt verið frammanfyri í steðginum og hálvleiksstøðan 0-0 var ikki sigandi fyri, hvussu dystargongdin hevði verið.
NSÍ tók yvir
Í hálvleikinum skifti HB miðverjan Samuel Chukwudi út fyri Stefan Radosavljevic. Heðin Hansen fór aftur í miðverjuna, og René fór á verjukendu miðjuna. Hóast René vann nógvar tvídystir, so megnaði HB ikki eins væl at byggja spælið upp, sum í fyrra hálvleiki, og eisini manglaði René heilt týðiliga í álopsspælinum hjá HB í seinna hálvleiki.
Sum seinni hálvleikur leið, tók NSÍ yvir spælið. Tað var ein fragd at síggja Trónd Jensen stýra spælinum hjá NSÍ, og í HB munnu tey flestu iðra seg, at HB lat bólttryggja spælstýraran fara til NSÍ. Eisini Petur Knudsen var ein støðug hóttan fram eftir vøllinum, og tað var eisini hann sum saman við Klæminti Olsen kom til teir bestu møguleikarnar hjá runavíkingum.
Móti endanum av dystinum sá út til, at NSÍ var best nøgt við javnleikin, og tað var eitt sindur løgið at síggja heimaliðið drýggja tíðina. Ein skuldi trúð, at runavíkingar høvdu líka nógv brúk fyri at vinna sum HB fyri at fylgja við KÍ, sum gjørdist stóri sigursharri við Løkin í dag, tá ið dómarin Kári á Høvdanum floytaði dystin av.
Betri Deildin hjá monnum
NSÍ - HB 0-0 (0-0)
Dysturin á fsf.fo