EB/Streymur mundi lumpað HB


Betri Deildin hjá monnum: EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)
Annað vikuskiftið á rað vann HB 1-0 á einum botn-5-liðið. Men seinastu minuttirnar var um reppið, at EB/Streymur javnaði.

EB/Streymur er í menning
Hesin dysturin hjá HB móti EB/Streymi minti nógv um tann í seinastu viku móti B68. HB hevði bóltin næstan alla tíðina, teir komu fram um tíðliga í dystinum, og so megnaðu teir ikki at skorað meir.

Málið hjá HB skoraði Mikkel Dahl, tá ið bólturin fall fyri føturnar á honum eftir, at Stefan Radusavljevic slapp at reka langt inn í brotsteigin

Tann stóri munurin hesaferð, var at EB/Streymur í mun til B68 gav HB veruliga mótstøðu seinasta part av dystinum, og sundalagsmenn kunda saktans havt javnað.

EB/Streymur vísti seinastu løtuna, at teir duga annað enn at standa væl á vøllinum. Tað sær út til, at venjarin Jákup Martin Joensen í ár hevur megnað at lagt eitt sindur av álopsspælið afturat tí solida verjuspælinum, sum hevur eyðkent EB/Streym, síðan Jákup Martin tók yvir fyri tveimum árum síðum.

Tað var eisini nær við, at EB/Streymur kom til onkran risa møguleika móti endanum, men tað varð bara nær við.

Løgin dómur
Tað var tó ein merkiligur dómaraavgerð, sum gjørdi, at EB/Streymur fekk tann størsta møguleikan. Øll hildu, at tað umsíðir hevði eydnast HB at koma fram um 2-0. Dómarin Alex Troleis hevði floyta fyri málið, og HB-ararnir fegnaðist í einum trunka. Men brádliga veittraði linjudómarin fyri rangstøðu, og av einari ella aðrari løgnari grund loyvdi dómarin EB/Streymi at fara beint í mótálop, meðan HB-ararnir enn fegnaðust um málið.

Eini fimm seks sundalagsmenn komu púra leysir fram móti HB-málinum, við nøkrum fáum leikarum hjá HB í hølinum á teimum. EB/Streymur tók ikki av stóra møguleikanum, og tað skal Alex Troleis helst vera glaður fyri, tí hendan løgna dómaraavgerðin hevði helt víst fingið nógva umrøðu, um EB/Streymur skoraði.

Stirvið HB-spæl
HB vísti enn einaferð, at teir eru góðir á bóltinum. Men tá ið tað er sagt, so hevur verið sera lítið hugflog yvir álopsspælinum seinastu tveir dystirnar og fáir málmøguleikar eru skaptir.

Hetta var eisini trupulleikin fyrstu dystirnar í kappingarárinum. Loysnin tyktist at vera, at René Shaki Joensen kom inn í álopsspælið hjá HB.

Shaki dugir at órógva eina tætta verju, rennur millum keturnar, er aggressivur og gevur álopinum tað óvæntaða, sum ofta sær út til at mangla, tá ið HB spælir móti liðum, sum standa væl á vøllinum.

Ta ið Shaki varð skiftur inn um miðjan seinna hálvleik, væntaði eg, at hann fór at koma inn á eitt av plássunum har frammi á vøllinum fyri at loysa upp í álopsspælinum. Men í staðin spældi hann á verjukenda miðvøllinum, og har hansara stóru styrkir ikki koma ordiliga til sín rætt.

HB saknar í hvussu er onkran at loysa upp í álopsspælinum eins og Mathias Nygaard gjørdi í fjør. Annars fær HB ov lítið burtur úr leikligu yvirvágni. Í løtuni er Shaki besta boðið at loysa hesa uppgávu.


Betri Deildin hjá monnum
EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)
0-1,10. Mikkel Dahl
Dysturin á FaroeSoccer