Betri Deildin hjá monnum: HB - B68 1-0 (1-0)
Í fyrsta minutti traðkaði málverjin hjá B68 upp um bóltin, og so var sjálvmál. Næstu 98 minuttirnar vardu toftamenn 1-0 ósigurin heim, og tað eydnaðist so mikið væl, at dysturin endaði við 1-0 sigri til meistararnar úr HB.
Hetta var ein av vánaligast fótbóltsdystunum, eg hava sæð leingi. B68 vildi einki, og tá meini eg so avgjørt einki. Teir royndu enntá ikki at loypa á seinastu løtuna av dystinum.
HB á hinari síðuni megnaði einki, hóast teir høvdu bóltin, so at siga alla tíðina. Spælið hjá HB koyrdi ov seint, og alt ov nógvir leikarar høvdu ein ordiliga off-dag, og tí var rímiliga lætt hjá B68 at verja fyri.
Hjá HB mátti René Shaki loysa av á høgra bakki, tí Heri Mohr er skaddur. Tí manglaði René longri frammi á vøllinum og tað sást aftur. Álopið hjá HB saknaði eins og fyrstu dystirnar í ár renningarnar og órógvi, sum René gevur álopsspælinum. Í dag var álopið hjá HB ov stirvið. Eingin ferðir og ongar flytingar, og tí vóru næstan heldur eingir málmøguleikar, hóast stóru yvirvágina í spælinum
Tað eydnaðist B68 at fáa dystin akkurát, har sum teir vildu hava hann. Teir kláraðu at fáa HB niður í ferð, og teir fingu dómaran at steðga spælinum óteljandi ferðir, tá ið brúktu hvørt einasta høvið at leggja seg niður og bróta spæla av, so at tað ongantíð kom nakar samanhangur í dystin. Eg haldi, at leikararnir hjá B68 mundi liggja fleiri minuttir á vøllinum, enn teir høvdu bóltin.
Øll væntaðu, at B68 fór at loypa á seinastu løtuna fyri at skapa sensatiónina, men toftamenn vóru nøgdir við at tapa 1-0 og gjørdu onga roynd at fáa stig.
Nógv meira er ikki at siga um hendan dystin. B68 hevur sjálvandi loyvi at spæla so verjukendan og drepandi fótbólt, sum teimum lystir. Men stuttligt er tað ikki at síggja upp á.
Betri Deildin hjá monnum:
HB - B68 1-0 (1-0)
1-0, 1. Sjálvmál, Erlend Jacobsen