EM-undankappingardystur í manshondbólti: Føroyar - Kekkia 27-26 (11-12)Eftir nakrar ferðir at hava verið nær við at vinna, eydnaðist tað manslandsliðnum í hondbólti at vinna ein undandyst. Kekkia var framman fyri alla tíðina, men miðskeiðis í seinni hálvleiki komu Føroyar fyrst upp á javnt og so fram um. Endin var, at Føroyar vunnu 27-26.
Frálíkt at vera til hondbóltslandsdyst í Føroyum aftur og frálíkt úrslit, nú hondbóltslandsliðið endiliga slapp at spæla í Føroyum.
Kekkar gjørdu álopsfeil í seinasta álopið, og so vunnu Føroyar við einum málið, og frøin var stór í høllini á Hálsi.
Kekkia var framman fyri fyrsta fjórðingin av dystinum, og stutt fyri hálvleik vóru gestirnir framman fyri við fýra málum. Men við trimum skjótum málum seinastu minuttirnar fyri hálvleik fingu Føroyar samband aftur, og hálvleiksstøðan var 11-12.
Fyrst í seinna hálvleiki kom Kekkia aftur fram um við trimum málum. Men Føroyar svaraði skjótt aftur, og m.a. gjørdi hálvskaddi liðskiparin Kjartan Johansen trý týðandi mál hesa løtuna.
Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki tóku Føroyar timeout. Tað mest týðandi, sum hendi í timeoutinum, var at Rói Berg Hansen fór runt høllina at øsa áskoðararnar eitt sindur. Áskoðararnir vaknaðu eisini, og rópandi áskoðarafjøldin var so avgjørt við til, at Føroyar kláraðu at venda dystinum.
Í 47. minutti kom Føroyar fyri fyrstu ferð upp á javnt, tá ið Sjúrður Olsen skoraði av vinstra veingi. So gekk javnt á eina løtu.
Allan dystin høvdu føroysku málverjarnir havt ógvuliga fáar bjargingar. Kekkar fingu mál, nærum hvørja ferð teir raktu málið. Málverjarnir, Nicholas Satchwell og Tórður Guttesen, skiftust um at royna, men uttan eydnu.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Tórður aftur í málið og hesaferð bragdaði. Vit sóu, hvussu týðandi, tað er, at málverjin tekur nøkur skot. Bjargingarnar hjá Tórði hjálpt væl til, at Føroyar komu fram um við tveimum málum. Tá ið so Teis Horn Rasmussen tveir minuttir fyri tíð kastaði bóltin í tóma málið, eftir at hann fangaði bóltin, tá ið Tórður hevði bjarga, so var Føroyar veruliga á sigurskós, og tað eydnaðist akkurát at halda Kekkum eitt mál aftanfyri.
Hjá Føroyum var eingin leikari, sum beinleiðis skaraði framúr í dag, og málini vóru rímiliga javnt deild. Elias á Skipagøtu var ikki ikki so dominerandi sum móti Ukreina herfyri, men gjørdi kortini fimm mál, og fleiri frálíkar fríspælingar. Filip Jojic var tryggur í brotskøstunum og skoraði upp á øll fýra. Sjúrður Olsen brendi nakrar ferðir á vinstra veingi, men gjørdi eisini nøkur mál. Og Hákun West av Teigum bíðaði tolin á høgra veingi til hann langt um leingi slapp til skot mitt í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál á rað.
Føroysku dómararnir, Bárður Brimvík og Jógvan Skeel, sum bráddliga máttu traðka til, tí ein dómari fekk staðfest korona, komu bara væl frá uppgávuni. Kekkar vóru ikki nøgdir við dómaraavrikið, men tað høvdu teir neyvan verið, líka mikið, hvussu dómararnir høvdu dømt.
Tað verður helst ikki ofta, at vit aftur sleppa at spæla við føroyskum dómarum. Men vónandi sleppa Føroyar framyvir at spæla sínar heimadystir í Føroyum. Fyribils gleða vit okkum til sunnudagin kl. 17.00, tá ið Føroyar taka móti Russlandi í høllini á Hálsi.

------------------------------
EM-undankappingardystur í manshondbólti
Føroyar - Kekkia 27-26 (11-12)
Dysturin á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssamgonguni EHF
Beinleiðis dystarfrásøgn á EHF