Dystarfrásøgn
Betri Deildin hjá monnum: HB - Víkingur 2-1 (0-1)
Skuffandi Víkingaspæl
Víkingur hevur leingi verið einasti avbjóðarin hjá KÍ í føroyameistarastríðnum. Men týskvøldið var tað so avgjørt ikki føroyameistarafótbóltur, sum Víkingur vísti í Gundadali móti HB.Betri Deildin hjá monnum: HB - Víkingur 2-1 (0-1)
Skuffandi Víkingaspæl
Og kortini var nær við, at Víkingur fór til húsa aftur við øllum trimum stigunum. Tí tað mundi eydnast at verja sigurin í hús, eftir at Martin Klein longu í ørðum minutti legði Víking fram um eftir eitt skjótt mótálop.
Restina av dystinum var lítið um Víking. Møguliga vóru teir troyttir eftir dystirnar í Evropa, tí tað einasta, teir megnaðu, var at verja langt afturi á vøllinum, dríggja tíðina og at gera eina rúgvu av eftirtakklingum. Nakrar heilt fáa ferðir komu teir nærhendis málinum hjá HB, og einar tvær ferðir nær við, at teir skoraðu.
Einki bit í HB
Hjá HB minti dysturin í nógvar mátar um hetta kappingarárið. Teir høvdu bóltin alla tíðina. Men lítið kom burturúr. Spælið gekk seint, og menn vóru alt ov staðbundnir á vøllinum, og eingin tók óvæntaðar renningar, sum kundu órógva verjuna hjá Víkingi.Harafturat sæst týðiliga, at stjørnuleikararnir á HB-liðnum ikki eru so væl fyri, sum teir kunnu vera. Neyvleikin og kraftin í samanspælinum er als ikki at samanbera við meistaraárið 2020, tá ið heilt nógvir av dagsins leikarum eisini spældu við.
Tað førdi til, at HB ikki megnaði at taka av møguleikunum, sum av og á uppstøðu, tá ið Víkingur sløsaði í verjuni, og tað gjørdu teir nakrar ferðir. Men antin sendi HB ein skeivan bólt fram eftir, og upp aftur verri, so spældi HB alt ov ofta aftur til miðverjarnar, tá ið teir annars høvdu vunnið bóltin frá Víkingi langt frammi á vøllinum.
"Trølla Pætur" avgjørdi
Alt í alt var rímiliga lætt hjá Víkingi at verja, tó at HB kom til nakrar møguleikar, og m.a. rakti bæði stong og yvirleggjara.Sum seinni hálvleikur leið tyktist spælið hjá HB at ganga alt meira í tómgongd, og tað tyktist, sum einki fór at henda.
Ein broyting var tó gjørd. Adrian Justinussen kom inn, og hann megnaði onkrusvegna at finni pláss millum keturnar, men veruligur vandi var ongantíð á ferð.
Adrian dugir eisini at sparka ein bólt, og tað var eitt av hansara hørðu hornaspørkum úr vinstru síðu, sum Pætur Petersen skallaði í málið, og so tendraði vónin veruliga hjá HB
Pætur er eitt undantak í ofta máttleysa spælinum hjá HB. Hansara partur liggur ongantíð eftir, og hann rennur, takklar og rópar sama, hvussu HB spælir. Pætur hevur tó havt sera trupult við at vinna sær fast pláss á stjørnuliðnum hjá HB. Men í ár tykist tað broytt, og langt um leingi, hevur Pætur fult uppiborið vunnið sær fast pláss frá byrjan.
Fýra minuttir fyri tíð fekk Geza Turi hjá Víkingi seinna gula kortið, eftir enn eina eftirtakkling, og so luktaði HB blóð.
Og í yvirtíðini endurtóku Adrian og Pætur fyrra málið, og so punkteraðu FM-vónirnar hjá Víkingi, og HB vann ein góðan sigur, sum leingi sá út til at vera langt burtur.