Undan dystinum vóru flest eygu vend móti nýggja stjørnuáleyparanum hjá City, norðmanninum Erling Haaland. Men tað var ikki hann, ið fór við dagsins yvirskriftum.
Í staðin var tað nýggi áleyparin hjá Liverpool, Darwin Nunez, sum varð skiftur inn í seinna hálvleiki, sum hevði avgerandi ávirkan á úrslitið.
Fyrst vann hann Liverpool eitt brotsspark, tá ið bólturin kom í hondina hjá einum leikara hjá City, og síðan skorðaði hann sjálvur seinasta og avgerandi málið til 3-1 til Liverpool.
Erling Haaland mátti málleysur av vølli, og brendi millum annað ein rimmar møguleika.
Trent Alexander-Arnold legði Liverpool fram um í fyrra hálvleiki. Julian Álvarez javnði fyri City tjúgu minuttir fyri tíð, áðrenn Salah skoraði upp á brotsspark, og Darwin Nunez staðfesti sigurin.