Nú hoyrist, at HB og B36 nokta at lata bestu liðini spæla dystir á nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali, tí at nýggja graslíkið er so løgið at sparka á.
Fyri nøkrum árum síðan brúkti Tórshavnar kommuna eisini nógvar milliónir upp á at umbyggja høllina á Hálsi. Skjótt var tó greitt, at høllin hvørki kundi góðkennast til altjóða hondbóltsdystir ella flogbóltsdystir. Og í heila tikið gjørdist høllin eisini verri enn frammanundan.
Og í Hoyvík endaði Hoyvíksvøllur, eftir eitt sindur av stríðið um útbjóðing, eisini við at fáa graslíki, sum nógv vóru ónøgd við ta fyrstu tíðina.
Nýggjur 50-metra svimjihylur
Í næstum fer býráðið undir at gera nýggjan 50-metra svimjihyl í Gundadali. Havandi í huga, hvussu tað hevur gingist hjá Tórshavnar kommunu at bøta um ítróttaøkini seinnu árini, so mugu vit vóna, at nýggi 50-metra hylurin verður betri fyrireikaður enn “gølurnar” seinnu árini.
Tað hevði helst verið eitt gott hugskot hjá býráðnum at tosa við tey, sum varða av ítróttagreinunum, í hesum førum svimjing, tá ið leggjast skal til rættis, hvussu byggjast skal.
Vit mugu so ikki vóna, at 50-metra hylurin ikki endar við at vera ov stuttur!