KÍ - HB 2-1 (0-0)
2-1 sigurin hjá KÍ móti HB í gjárkvøldi var fult uppiborin og kundi saktans verið størri. KÍ var betri enn HB í øllum lutum. Teir sýntust sterkari, kvikari, og teir vóru eisini nógv betri á bóltinum. KÍ yvirtók spælið beinanvegin. HB lá afturi á egnari hálvu og lat KÍ spæla bóltin runt. Kanska var tað ein feilur av HB, tí KÍ dugdi væl at spæla bólt, og tað gav teimum sjálvsálit til at yvirtaka dystin.
KÍ hevði góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men HB yvirlivdi og slapp til hálvleiks við 0-0, og framvegis var dysturin púra opin.
Besta mál á árinum
Einki broyttist í hálvleikinum. Dysturin helt fram við sama lag, KÍ omaná og HB, sum hevði ilt við at fáa nakað at hanga saman.
KÍ fekk eisini hol á longu fimm minuttir eftir steðgin við einum framúr góðum máli. Eftir at HB hevði verið í álopi, fekk Patrik Johannesen bóltin út í høgru síðu, miðskeiðis á egnari hálvu, og við einari fram úr góðari tvørsending heilt fram móti brotsteiginum fann hann Jóannes Bjartalíð, um legði sær bóltin til rættis, og sendi eitt flatt skot yvir móti handaru stong, og so var KÍ á sigurskós.
KÍ helt fram at sita á dystinum, og fimm minuttir seinni, skrúvaði Jóannes Bjartalíð eitt fríspark úr høgru síðu inn móti málinum, og har beindi Páll Klettskarð bóltin í málið til 2-0.
Hóast HB ongantíð veruliga kom inn í dystin reint leikliga, so eydnaðist kortini at fáa spenning í dystin. 75 minuttir vóru spældir, tá ið Adrian Justinussen rak seg inn í brotsteigin, og onkursvegna endaði støðan við, at Mikkel Dahl minkaði til 2-1.
HB hevði onkra einstaka góða atsókn, men mál komu ikki fleiri í dystinum, og KÍ vann ein væl og virðiliga uppibornan sigur. Nú er veruligur spenningur aftur í kappingini, og sum KÍ spældi í gjár, so eru teir kanska lítlir favorittar at enda ovast á stigatalvuni, tá ið av tornar seinasta í novembur.
Dysturin á FaroeSoccer