B36 elskar dramatikk

UEFA Europa League: B36 - The New Saints 1-1 (0-0) 
Eftir longda leiktíð 2-2
Eftir brotssparkskapping 7-6
B36 var tvær ferðir so at siga úti úr Evropa League. Men enn einaferð megnaði B36 at yvirliva ein dramatiskan dyst á Tórsvølli. Endin var, at Rói Mørk Hentze bjargaði tveimum brotsspørkum í brotssparkskappingini. B36 hevur hervið, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. spælt seg víðari trý umfør í evropeiskum fótbólti.



B36 var stóran part av dystinum nógv betri enn The New Saints úr Wales. B36 kom eisini fram um, tá ið Michal Przybylski skoraði beint eftir steðgin.

Eftir málið fór B36 av einari ella aðrari orsøk longri aftur á vøllin og loyvdi New Saints inn í dystin aftur.

Hóast gestirnir sjáldan vóru vandamiklir, so eyndaðist teimum at javna, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

Í umdystinum legði Leo Smith New Saints fram um, og teir vóru eisini bara sekund frá at koma víðari.

Í evstu løtu sendi B36 ein langan bólt fram móti málinum hjá The New Saints, og Stefan Radosavljevic var fyrstur á einum leysum bólti, og hamraði hann í málið. So var brotssparkskapping.

The New Saints stóð eisini til at vinna brotssparkskappingina, eftir at Michal Przybylski hevði brent. Men Rói Mørk Hentze bjargaði fimta brotssparkinum, og eftir at Sebastian Pingel hevði skorað, bjargaði Rói aftur, og harvið var B36 komið víðari.

Sera væl komið aftur av B36, sum eisini tryggjaði Føroyum enn fleiri stig á styrkislistanum hjá UEFA, og alt bendir nú á, at Føroyar aftur fær fýra lið við í 2022.

Til lukku B36 😊