Undanfrásøgn:
B36 - HB, mánadagin 1. juni kl. 15.00, á ovara vølli í Gundadali í HavnTað eru tvey lið, sum eru væl fyri, sum møtast í ársins fyrsta veruliga stórdysti í Betri Deildini hjá monnum.
B36:
Tey flestu mettu undan kappingini, at B36 var best boðið upp á at gerast føroyameistari hetta kappingarárið, og teir “hvítu” hava ikki skuffað fýra teir fyrstu dystirnar. Serliga sigurin á útivølli í ársins fyrsta dysti móti føroyameistarunum úr KÍ vísir, at B36 veruliga ætlar sær meistarasteypið fyri fyrstu ferð í fimm ár.Serliga í álopsspælinum hevur ligið væl fyri hjá B36. Eli Falkvard Nielsen tekur sær av tí verjukenda arbeiðinum á miðvøllinum, meðan allir hinir rundan um hann eru álopsleikarar av flokki 1 í føroyskum fótbólti.
Meinhard Olsen hevur veruliga verið væl fyri í vinstru síðu, og høgru er Árni Frederiksberg eins vandamikil og vanligt. Eisini Michal Przybylski hevur eisini víst sínar dygdir við sínum avbjóðandi spæli, og heilt frammi hevur Sebastian Pingel spælt tað besta, hann hevur spælt, síðan hann kom til til Føroya fyri eini fimm árum síðan.
Vit skulu heldur ikki gloyma teir báðar royndu bakkarnar Alex Mellemgaard og Benjamin Heinesen, og her er vert at nevna tey sera vandamiklu innkøstini hjá Alex Mellemgaard, sum eru eitt tað vandamiklasta álopsvápni hjá B36.
Er nakar veruligur veikleiki, sum HB kann royna at revsa hjá B36, so er tað kanska verjuparturin, sum seinastu dystirnar hevur verið hart raktur av skaðum. Fyrsta val í málinum, Símun Rógvi Hansen, og liðskiparin, Andreas Eriksen, eru báðir ivasamir við skaða, ein annar verjuleikari, Erling Jacobsen hevur higartil ikki spælt í ár, og Bjarni Petersen er leigaður út til EB/Streym. Tí hava Eli F. Nielsen og tann fjøltáttaði Erlendur Magnusson spælt í miðverjuni saman við Sonna Ragnari Nattestad teir báðar seinastu dystirnar.
HB:
Meðan øll væntaðu, at B36 fór at fáa eitt veruliga gott kappingarár, so var kanska eitt sindur meira ivasamt við HB. Mest vinnandi felag í Føroyum hevur kortini fingið eina góðar byrjan upp á kappingarárið, og seinasta dyst móti Víkingi vísti HB, at teir eisini ætla heilt fram í oddin í ár.Tað sær út til, at venjarin, Berthel Askou, hevur fingið skipa HB-liðið veruliga væl. 4-3-3 spælskipanin tykist greið, og er so álopskend, at hon í álopspartinum meira líkist einari 2-5-3 spælskipan.
Á miðvøllinum hava teir báðir danirnir, Mikkel Frankoch og Mattias Nygaard veruliga funnið seg til rættis saman við Dan í Soylu. Bólturin verður fluttur skjótt millum hesar tríggjar, og sera álopskendu bakkarnir, Heri Mohr og Daniel Johansen halda breiddina í spælinum, og heilt frammi skulu teir tríggir áleyparar fáa bóltin í málið, og nú Adrian Justinussen er skaddur, hongur størri ábyrgd á René Shaki Joensen, Pætur Petersen og Øssur Dalbúð.
Tá ið HB missir bóltin hava teir higartil lagt hart trýst á mótstøðuliðið heilt frammi á vøllinum, og tað krevur nógv av teimum báðum miðverjunum, sum eru eftir afturi á vøllinum saman við málverjanum Teiti Gestsson.
Velur HB at halda fast við sera ágangandi trýstinum langt frammi á vøllinum, hevur B36 veruliga ein góðan møguleika at revsa HB, um teir megna at fáa bóltin fram um trýstspælið, og tá kann veruliga gerast trupult hjá HB at steðga væl smurdu álopsmaskinuni hjá B36.
Væntað lið á vøllinum:
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Petersen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic - Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard OlsenHB:
Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Delphin Tshiembe, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mattias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu – Pætur Petersen, Øssur Dalbúð, René Shaki Joensen