HB dugir uttan Adrian


HB - Víkngur 3-0 ( 2-0)

Higartil hetta kappingarárið hevur alt í HB snúð seg um Adrian Justinussen, sum hevur skotið fríspark eftir fríspark í mál.

Avrikini hjá Adrian hava verið so góð, at torført hevur verið at vita, hvussu gott hetta HB-liðið veruliga er.


í dag fekk HB so høvið at vísa sínar dygdir móti sterkasta mótstøðuliðinum higartil, Víkingi, og næstan allan dystin, var tað uttan Adrian, sum varð so mikið skaddur, at hann longu tíðliga í fyrra hálvleiki mátti av vøllinum. Hetta nervaði spælið hjá HB eina lítla løtu, og tað var nakrar ferðir um reppið, at Víkingur javnaði, eftir at René Shaki Joensen hevði lagt HB fram longu í 5. minutti.

Men HB fótaði sær skjótt aftur, og teir fingu eisini víst, at teir hava aðrar streingir at spæla upp á enn Adrian. René var sera góður í álopsinnaða spælinum og var við í tí mesta. Hann dugir væl at vinna bóltin, leggur upp og skorar.

Eisini teir báðir danirnir á miðjuni, Mattias Nygaard og Mikkel Frankoch eru veruliga við at finna seg til rættis í HB, og við einføldum kvikum sendingum vóru teir í dag við til at finna pláss til álopsspælið hjá HB.

Teitur Gestsson má eisini nevnast millum teir góðu HB-ararnar í dag, tí var tað ikki fyri hansara trygga spælistíl og nakrar góðar bjargingar, so kundi Víkingur kanska verið komið veruliga inn í dystin.

Sera álopssinnaðu bakkarnir, Daniel Johansen og Heri Mohr góvu eisini HB-álopinum góða breidd, Daniel við góðum bóltum inn fyri úr vinstru síðu, og Heri Mohr við sínum avbjóðandi spælistíli í høgru síðu. Heri hevur so ikki spælt seg av liðinum, síðan hann fekk møguleikan, tá ið Jógvan Rói Davidsen gjørdist skaddur.

Ein dystur í dystinum var millum Ara Olsen hjá Víkingi og Daniel Johansen hjá HB. Báðir sera góðir fram eftir síðuni, men í verjupartinum vóru onkrir manglar í dag. Ari slapp nakrar ferðir heldur lættliga framvið Daniel, uttan at tað spurdist nakað burtur úr.

Tá ið HB økti til 2-0 í 37. minutti, var tað Ari, sum var ov veikur í verjuspælinum, og Daniel slapp at leggja ein av sínum vandamiklu bóltum inn fyri. Hinumegin málið tamdi René bóltin, gav sær góða tíð og legði bóltin aftur til Mattias Nygaard, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri HB.

Í hálvleikinum sendi Víkingur Andreas Lava Olsen á vøllin, og tað var týðiligt, hvat ætlanin var. Langir bóltar vóru lossaðir fram til Lava, sum so einsamallur skuldi bjóða av, sum hann so mangan hevur gjørt. Í dag var hetta bara púra vandaleyst, og Bartal Wardum hevði ongar trupulleikar av Lava.

Í dag var als einki at síggja til nýggja spæliháttin hjá Víkingi, sum Eyðun Klakstein royndir at føra inn á liðið. Tað minti meira um eyðkenda spæliháttin hjá Víkingi seinnu árini við hørðum kontantum spæli og longum bóltum fram eftir vøllinum og inn fyri málið.

Tað kundi eisini verið verri hjá Víkingi, tí Bogi Reinert Petersen skal vera sera glaður fyri, at hann ikki fekk sítt seinna gulu kort longu í fyrra hálvleiki, tá ið sparkaði ein HB-ara niður. Tá ið hann so aftur var nær við at fáa eitt gult kort í seinna hálvleik, valdi Eyðun Klakstein skilagott at skifta Boga út.

Dysturin varð avgjørdur, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki. Eitt gott HB-álop endaði við, at Pætur Petersen gjørdist leysur í vinstru síðu og legði inn fyri til Mattias Nygaard, sum skallaði í málið.

HB var í dag betri enn Víkingur í øllum brøgdum, og 3-0 sigurin var ikki eitt mál ov stórur, m.a. vóru tvey HB-mál kolldømd fyri rangstøðu.

HB skal 2. hvítusunnudag spæla ársins fyrsta veruliga oddadyst móti grannunum úr B36, sum eins og HB hava fult stigatal. Tá fær HB brúk fyri at spæla í minsta lagi eins væl og í dag, og sum skilst, so verður tað uttan Adrian Justinussen á liðnum.

Víkingur fær 2. hvítusunnudag eitt sera gott høvi at reisa seg aftur, tá ið TB kemur á vitjan í Gøtu. Tað er ein dystur, ið Víkingur skal vinna, um teir ætla sær nakað sum helst í ár.



Betri Deildin Menn á ovara vølli í Gundadali í Havn, 28. mei 2020, kl. 17.00

HB - Víkingur 0-0 (0-0


1-0, 5. René Shaki Joensen
2-0, 37. Mattias Nygaard
3-0, 61. Mattias Nygaard

Dómari: Eiler Rasmussen

HB:
1 Teitur Gestsson - 15 Heri Hjalt Mohr, 17 Bartal Wardum, 5 Delphin Tshiembe, 6 Daniel Johansen – 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu – 11 Pætur Petersen, 10 René Shaki Joensen (63. 28 Samuel Johansen Chukwudi), 7 Adrian Justinussen (18. 25 Øssur Dalbúð, (81. 20 Ási Dam))

Á beinkinum: 16 Jákup Højgaard, 22 Dánjal Reginsson,

Venjari: Jens Berthel Askou

Gult kort: 24. Dan í Soylu, 71. Mikkel Frankoch, 81. Delphin Tshiembe

Víkingur:
1 Elias Rasmussen – 22 Ari Olsen, 4 Atli Gregersen, 26 Vukasin Tomic, 5 Elias Lervig – 24 Gunnar Vatnhamar, 10 Sølvi Vatnhamar, 6 Bogi Reinert Petersen (70. 21 Noah Mneney), 11 Lukasz Cieslewicz (73. 18 Arnbjørn Svensson), 7 Jákup Johansen (46. 2 Andreas Lava Olsen) - 17 Finnur Justinussen

Á beinkinum: 25 Sonni Højgaard, 8 Bergur Gregersen, 9 Hans Jákup Lervig, 14 Ingi Jonhardsson

Venjari: Eyðun Klakstein

Gult kort: 26. Atli Gregersen, 28. Ari Olsen, 31. Bogi Reinert Petersen, 52. Gunnar Vatnhamar.