Í seinna hálvleiki riggaðu báðir dystirnir, og so bar til skiftivís at hyggja eftir teimum báðum dystunum.
TB - B36 1-2 (1-3)
Teir úr B36 gjørdu sína skyldu í kvøld, tá ið teir vunnu trupla útidystin í Trongisvági móti TB. Tað sum undirritaði sá av fyrra hálvleiki, leikaði rímiliga javnt á. Støðan var 1-1, tá ið televarpið fór at rigga. Michal Przybylski legði gestirnar fram um í sjeynda minutti, og Poul Ingason javnaði miðskeiðis í hálvleikinum.
TB hevði teir betru møguleikarnar at leggja seg fram um, og tvær ferðir var heilt nær við, at Poul Ingason, sum í kvøld spældi í álopinum, fekk bóltin í meskarnar. Men sum so ofta, so er hepni ikki við botnliðum, og í staðin skoraði Sonni Ragnar Nattestad, eftir at TB ikki fekk ruddað eitt hornaspark burtur.
Eftir steðgin legði B36 hart fyri, og B36 átti eisini næstan allan seinna hálvleiki. Meinhard Olsen gjørdi tað til 3-1 longu fýra minuttir eftir steðgin, og restina av dystinum hevði B36 fullkomið tamarhald á støðuni.
B36 legði ikki nógv fyri og lá fyri tað mesta og bíðaði. TB royndi at spæla seg fram, men teir akkurát sum komu ongan veg, og tað var bert hendingaferð, at tað var nær við at gerast vandamikið.
B36 hevur framvegis fult stigatal undan dystinum um Havnina móti HB 2. hvítusunnudag. TB hevur framvegis einki stig og hevur tveir truplar dystur móti Víkingi og HB næstu tvey umførini.
NSÍ - ÍF 1-0 (5-0)
í fyrra hálvleiki fylgdu fuglfirðingar so nøkulunda við NSÍ, sum longu hevði lagt seg fram um í áttanda minutti, tá ið Klæmint Olsen skoraði.
Hinvegin lat NSÍ við Klæminti Olsen á odda als ongan iva vera í seinna hálvleiki. Teir gulu høvdu alt spælið, og longu tá ið korterið var spælt stóð 4-0. Tvær ferðir Klæmint Olsen og einaferð Mórits Heini Mortensen eftir upplegg frá Klæmint Olsen.
Betuel Hansen staðfesti 5-0 sigurin, tá ið eitt korter var eftir at spæla.
NSÍ vísti enn einaferð, at tað er als eingin trupulleikan at vinna móti botn-5, og tí væntar heldur eingin, at teir fáa nakran sum helst trupulleika móti Skála næsta dyst.
ÍF skal týsdagin spæla ein av teimum sokallaðu 6-stigs dystunum, tá ið teir vitja EB/Streym í Streymnesi.