Showing posts with label Fótbóltur-dystarfrásøgn. Show all posts
Showing posts with label Fótbóltur-dystarfrásøgn. Show all posts

Brimsvík góða byrjan í B36

Á myndini skorar Sebastian Pingel til 1-0

Fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið
B36 - AB 3-0 (3-0)

Onkur helt kanska undan dystinum, at AB kundi arga B36 á Tórsvølli í kvøld. Men so var ikki. B36 var so nógv betri enn AB, og dysturin var longu avgjørdur, áðrenn hann veruliga var byrjaður.

KÍ trumlaði HB niður


KÍ - HB 2-1 (0-0)
2-1 sigurin hjá KÍ móti HB í gjárkvøldi var fult uppiborin og kundi saktans verið størri. KÍ var betri enn HB í øllum lutum. Teir sýntust sterkari, kvikari, og teir vóru eisini nógv betri á bóltinum.

EB/Streymur vann á máttleysum argjamonnum


Betri Deildin hjá monnum, EB/Streymur - AB 3-1 (2-0)

EB/Streymur hevur við 3-1 sigrinum móti AB nærum tryggjað sær ikki at flyta niður. Hjá AB sær hinvegin einki út, og tað sær út til at máttloysi hevur tikið yvir hjá argjamonnum.

Eitt dapurt kvøld á Tórsvølli


Betri Deildin hjá monnum: HB - AB 11-0 (5-0) 
Aftur í kvøld var føroyski fótbóltsheimurin vitni til, at munurin á teimum bestu og teimum vánaligastu liðunum í Betri Deildini hjá monnum er risa stórur.

11-0 til HB móti AB stóð á máltalvuni á Tórsvølli, tá ið dómarin ikki tímdi meira, og bríkslaði dystin av í somu løtu, sum 90 minuttir vóru spældir

Hetta er størsti sigurin í bestu deildini, síðan B36 í 2001 vann 15-0 á FS Vágum, og sambært FM1 hevur HB ikki vunnið so stóran sigur í bestu deildini síðan 1971.

KÍ stórspældi í stórsigri

Betri Deildin hjá monnum: KÍ - ÍF 6-0 (4-0)

Hini oddaliðini høvdu kanska eina lítla vón um, at ÍF kundi stjala stig frá KÍ. Men ÍF var ongantíð nær við at gera nakað sum helst við KÍ.

KÍ heilt einfalt sópaði ÍF av vøllinum, og klaksvíkingar staðfestu, at teir eru sera væl fyri í løtuni við triðja stórsigrinum á rað, og tað er lítið at ivast í, at KÍ ætlar sær at bjóða HB av í stríðnum um meistaraheitið.

AB og Skála framvegis ikki vunnið í ár

Betri Deildin hjá monnum: AB - Skála 1-1 (0-1)


Botnliðini AB og Skála spældu botnliðum so líkt javnleik, tá ið liðini møttust á Argjum í kvøld. Harvið hava AB og Skála framvegis ikki roynt at vunnið ein dyst í ár. AB kann betri liva við úrslitinum, tí teir eru fimm stig framman fyri Skála, sum veruliga má taka seg saman beint nú, um teir ætla at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

Eingin tordi at vinna

Betri Deildin hjá monnum: AB - TB 0-0 (0-0)

“Lorta dystur, lorta veður og alt møguligt annað”, tók Atli Gregersen til eftir ein dyst fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis kann eisini sigast um dystin á Argjum sunnudagin millum tey bæði næstniðastu liðini AB og TB.

Dan í besta Hazard-stíli feldi NSÍ

Betri Deildin hjá monnum: HB - NSÍ 2-0 (1-0)
Dan í Soylu hevur ikki verið tann HB-arin, sum hevur skapt yvirskriftirnar í ár, tað hava so nógvir aðrir gjørt. Men á Tórsvølli í dag átti Dan í Soylu dystin við einum frálíkum avriki.

HB vann dystin um Havnina


Á myndini ger Hilmar Leon Jakobsen seg kláran at skalla, og eitt sekund seinni lá bólturin í netinum, og HB var frammanfyri 2-0 í slagnum um Havnina móti B36. 73 minuttir vóru spældir, og B36 formáddi ikki at koma aftur í dystin.

Uttan at sveitta

Betri Deildin hjá monnum: EB/Streymur - HB 0-2 (0-2)

Yvirskriftin er ofta brúkt fyrr. Men kortini kann hon brúkast umaftur um dystin í dag. Tað mest dramatiska hjá okkum áskoðarum var næstan at koma inn til dystin, tí í Sundalagnum taka tey veruliga koronatilmælini í álvara enn, og tað var nær við, at tey mongu HB-viðhaldsfólkini, sum høvdu valt at rulla norður til Streymnes hetta sunnukvøldið, ikki sluppu inn. Men við vælvild gekk tað kortini.

B36 flúgvandi á Tórsvølli

Betri Deildin hjá monnum, B36 - KÍ 6-2 (3-1) 
Hóast KÍ byrjaði dystin best, og kom fram um, tá ið Jákup Andreasen skallaði bóltin í málið longu í 6. minutti, so var hetta dagurin hjá B36.

B36 hevur sjáldan verið í sterkastu uppstilling í ár. Men í dag byrjaði B36 við nakað av tí, sum kann kallast teir bestu ellivu á vøllinum, og tað sást aftur.

Hondbóltsleikari gjørdi mun í Fuglafirði

ÍF - HB 1-2 (1-1)


Oddaliðið HB hevði trupulleikar við at basa ÍF í regninum í Fuglafirði í dag. Men HB hevði ein trumf á beinkinum. Landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, kom á vøllin eitt korter inn í seinna hálvleik, og tríggjar minuttir seinni hevði hann longu havt ein avgerandi leiklut í dystinum. 

AB gav NSÍ ein hvøkk


AB – NSÍ 2-3 (1-1)

NSÍ plagar at vinna lættliga móti botnliðunum. Men AB gav NSÍ ein ordans hvøkk á Argjum í dag. NSÍ vendi tó hóttandi stigamissi til sigurs, og NSÍ er enn við í oddastríðnum.

Petur Knudsen og NSÍ settu lív í oddastríðið

NSÍ - HB 2-0 (2-0)
NSÍ var so nógv betri enn HB í øllum lutum í kvøldsins dysti við Løkin í Runavík. Tað var serliga ein leikari, sum skaraði framúr í fyrra hálvleiki. 

Petur Knudsen var ein støðug hóttan úti í høgru síðu, og liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, sum hesaferð var valdur fram um Hera Hjalt Mohr á høgra bakki, hevði stórar trupulleikar av kvika runavíkinginum, sum gav HB-arunum nakrar ávaringar longu fyrstu 10 minuttirnar. Tríggjar ferðir legði Petur vandamiklar bóltar inn fyri, og tað var nær við, at Klæmint Olsen fekk bóltin í málið. 

B36 vann í Fuglafirði


ÍF - B36 0-3 (0-1) 

(Dystarfrásøgn eftir sjónvarpsmyndum frá Televarpinum)

B36 vann sum væntað móti ÍF, og hóast yvirtak í spælinum, so var B36-sigurin ikki serliga sannførandi. ÍF var væl við í dystinum og vísti, at tað ikki er tilvildarligt, at teir hava arbeitt seg upp í topp-5.

KÍ nærri sigrinum

HB - KÍ 3-3 (1-2)

Í KÍ munnu teir iðra seg, at teir ikki høvdu øll stigini við norður aftur til Klaksvíkar, tí teir høvdu í fyrra hálvleiki allar møguleikar at vinna dystin móti HB, tá ið tvey tey bestu liðini í Føroyum møttust í Gundadali.

Skála argaði HB ein hálvleik


HB – Skála 3-0 (0-0)
Oddaliðið HB gjørdi skjótt av, tá ið teir komu inn aftur á vøllin í seinna hálvleiki móti Skála, og upp á 22 minuttir skoraði HB trý mál, støðan var 3-0, og dysturin var avgjørdur.

HB vísti meistaraspæl í Gundadali

B36 - HB 2-4 (1-1)
Tað hevði verið tann reini stuldur, um B36 fekk nakað burtur úr dystinum móti HB í Gundadali í dag. HB var so nógv betra liðið, og stjørnuliðið hjá B36 hevði tað sera trupult móti sera væl skipaða liðinum hjá HB.

Slagið um Havnina hevur tó altíð sítt egna lív, og einum grannadysti so líkt, so sá leingi út til at alt kundi henda.

HB dugir uttan Adrian


HB - Víkngur 3-0 ( 2-0)

Higartil hetta kappingarárið hevur alt í HB snúð seg um Adrian Justinussen, sum hevur skotið fríspark eftir fríspark í mál.

Avrikini hjá Adrian hava verið so góð, at torført hevur verið at vita, hvussu gott hetta HB-liðið veruliga er.

Víkingar reistust og sigraðu

Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
Undan dystinum varð nógv tosað um dystin í dystinum millum tann unga
miðvøllin hjá NSÍ og tann roynda miðvøllin hjá Víkingi.

Og serliga í fyrra hálvleiki vístu royndu miðvallarleikararnir hjá Víkingi við Sølva Vatnhamar á odda, at ungu menninir uttan av Skálafjørðinum hava okkurt at læra enn. Víkingur hevði leikliga yvirvág so at siga allan hálvleikin, og komu eisini til nakrar møguleikar.