Dan í besta Hazard-stíli feldi NSÍ

Betri Deildin hjá monnum: HB - NSÍ 2-0 (1-0)
Dan í Soylu hevur ikki verið tann HB-arin, sum hevur skapt yvirskriftirnar í ár, tað hava so nógvir aðrir gjørt. Men á Tórsvølli í dag átti Dan í Soylu dystin við einum frálíkum avriki.

Dan kom inn á liðið hjá HB undir Heimi Guðjónsson í meistaraárinum 2018, og hóast flestu viðhaldsfólkini hjá HB hildu sandoyingin spæla framúr, so hevði Heimir hug til at seta hann á beinkin, m.a. tá ið Grétar Gunnarsson kom í summarsteðginum. Hetta var eisini vánaligasta periodan í framúr góða kappingarárinum hjá HB í 2018, og Heimir mátti seta Dan inn á liðið aftur.

Hetta kappingarárið hevur Dan verið har alla tíðina, og bara Teitur Gestsson í málinum hevur spælt fleiri minuttir fyri HB.

Hóast Dan ikki hevur verið so sjónligur, so hevur hann gjørt eitt rimmar renniarbeiði hvønn tann einasta dyst, og í trýstspælinum hjá HB hevur hann sera týðandi leiklut.

Dan var alla staðni
Í dag var so dagurin hjá Dan. Fyrst vann Dan HB eitt brotsspark, sum nýggi danski áleyparin hjá HB, danin Mikkel Dahl, misbrúkti við einum sera vánaligum skoti.

Nakrar minuttir fyri hálvleik legði Dan HB fram um. Eftir eina frísparkskombinatión, legði Mathias Nygaard bóltin út frá til Dan, sum við einari frálíkari skotfintu setti bæði verju og málmannin hjá NSÍ av og sendi bóltin í málið við vinstra beini.

Í seinna hálvleiki var Dan allastaðni. Hann bjargaði verjuni hjá HB, tá ið Klæmint Olsen var um at gerast púra leysur, og í álopspartinum var Dan so tryggur á bóltinum at hann stundum minti um Edin Hazard upp á tað besta.

Sum prikkin yvir i-ið avgjørdi Dan dystin, tá ið hann rak fram móti brotsteiginum, og sendi eitt skot umvegis ein NSÍ-leikara í málið aftanfyri Tórð Thomsen. Jú, alt riggaði hjá Dan í Soylu í dag.

HB nógv betri
HB yvirtók skjótt spælið í dystinum, og tað var torført at síggja, at hetta var ein dystur millum nummar eitt og tvey, og millum somu lið, sum spældu við Løkin fyrr í ár, tá ið NSÍ sópaði HB av vøllinum. HB var eisini betri mannað í dag, og hjá NSÍ var tað sjónligt, at besti leikarin í ár, Petur Knudsen, ikki var við.

NSÍ dugir at hanga í
Eins og móti KÍ og B36 fyrr í ár dugdi NSÍ væl at vera verandi í dystinum í dag, hóast teir vóru niðurspældir stóran part av dystinum. NSÍ hevði eisini onkrar møguleikar at koma við í dystin aftur, men teir tóku ikki av.

Teir í NSÍ vóru ofta ógnøgdir við dómarin í dag, og í einum føri var tað væl skiljandi. At síggja til feldi Samuel Chukwudi Steffan Løkin, tá ið hesin gjørdist púra leysur nakað uttan fyri brotsteigin hjá HB. Fríspark og reytt kort vildi NSÍ hava, men dómarin Alex Troleis dømdi einki. Hetta hevði sjálvandi havt avgerandi týðning á restina av dystinum, men í dag kann NSÍ fyrst og fremst takka sær sjálvum, tí HB var betri í øllum lutum.

Eins nógv stig sum í 2018
HB hevur higartil havt eitt sera gott kappingarár, og úrtøkan í stigum er tann sama sum í metárinum 2018, 40 stig eftir 15 dystir.

KÍ, sum helst er besta boðið at taka HB aftur í meistarastríðnum, er fimm stig aftanfyri HB, tað vóru teir eisini í 2018.

NSÍ er fyribils út úr kappingini um meistaraheitið, og beint nú er torført at síggja teir koma viðaftur, tí teir skulu umframt at vinna 8 stig fram á HB, eisini framvið B36 og KÍ, og tað er lítið sannlíkt.


HB – NSÍ 1-0 (1-0)
1-0, 38. Dan í Soylu
2-0, 65. Dan í Soylu
Fleiri dystarhagtøl á FaroeSoccer