“Lorta dystur, lorta veður og alt møguligt annað”, tók Atli Gregersen til eftir ein dyst fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis kann eisini sigast um dystin á Argjum sunnudagin millum tey bæði næstniðastu liðini AB og TB.
Har var heilt einfalt ikki nógv at skriva heim um. Tað tyktist sum um bæði liðini vóru bangin fyri at tapa, og tá kann úrslitið lættliga gerast 0-0, sum tað endaði í regninum á Argjum.
Tey væl spældu álopini vóru ikki til staðar á Argjum. Teir fáu møguleikarnir, sum vóru, komu eftir deyðbóltar ella feilir frá hinum liðinum.
Var bólturin inni?
TB var nærmast, tá ið teir beint eftir hálvleik megnaðu at leggja eitt ávíst trýst á AB-málið við nøkrum hornaspørkum á rað. Nakrar ferðir dansaði bólturin á strikuni, og í tí eina førinum, vildu TB-ararnir vera við, at bólturin var innan fyri málstrikuna, tá ið Bjarki Mørk bjargaði.
Typiskur janvleikur millum botnlið
Tað er ógviliga vanligt, at botnlið deilast um stigini, tí eingin torir at fara eftir sigrinum. Men í veruleikanum kann tað koma at kosta nógv fyri bæði AB og TB, um tey eru meira bangin fyri at tapa dystir enn at royna at vinna dystir. Vinnur botnliðið Skála bara tveir dystir, so hava teir kontakt við AB og TB.
Júst Skála vitjar á Argjum hóskvøldið, og tá má Skála í hvussu er fara eftir at vinna. Um AB so aftur í dag spælir so afturhaldandi sum móti TB, og kann vera, at Skála vinnur sín fyrsta dyst í ár. Hinvegin so er tann dysturin eisini ein framúr góður møguleiki hjá AB at vinna fyrsta dystin í ár, tí Skála hevur so avgjørt verið vánaligast liðið higartil hetta kappingarárið.
TB vitjar B36 á Tórsvølli hóskvøldið, og har skal meira enn eitt undur til, um TB skal hava nakað stig við sær suður um fjør aftur
AB - TB 0-0 (0-0)
Fleiri dystarhagtøl á FaroeSoccer