Víkingur - HB 1-3 (0-1)
HB átti fyrra hálvleik allan sum hann var, og tað var væl og virðiliga uppiborið, at HB var frammanfyri í hálvleikinum við málið, sum Pætur Petersen skoraði.
Í seinna hálvleiki hevði Víkingur vindin undan, og heimaliðið valdi at senda langar bóltar fram móti málinum hjá HB, og tað broytti dystin. Tað varð eisini til onkran góðan møguleika, men inn fór bólturin ikki.
Tá ið tíggju minuttir vóru eftir, fór HB í skjót mótálop, og endin var, at innskifti Hilmar Leon Jakobsen legði HB fram um 2-0.
Víkingur gav tó ikki upp. Løtu seinni varð bólturin skotin upp í hondina á Heðin Hansen hjá HB inni í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark til Víking. Viðhvørt verða slíkar støður dømdar og aðrar tíðir ikki. Sølvi Vatnhamar skoraði trygt, og so var aftur spenningur í .
Endin var tó, at HB vann ein fult uppibornum 3-1 sigur. Mikkel Dahl skoraði seinasta málið við einum góðum fyrstu ferð skoti eftir gott spæl í høgru síðu.
Víkingur - HB 1-3 (0-1)
0-1, 20. Pætur Petersen
0-2, 78. Hilmar Leon Jakobsen
1-2, 81. Sølvi Vatnhamar (br)
1-3, 85. Mikkel Dahl
Fleiri dystartøl á FaroeSoccer
EB/Streymur - KÍ 0-7 (0-3)
Sundalagsmenn vórðu smurdir av annan dystin á rað, og 7-0 sigurin hjá KÍ var sjálvandi so uppiborin, sum ein sigur nú einaferð kann vera. Málskjúttarnir síggjast niðanfyri.
Sermerktasta málið var, tá ið Patrik Johannsen við einum langskoti úr einum 30 metrum hamraði bóltin upp um Rói Zachariassen í EB/Streyma málinum.
Uttan at leggja nógv í hendan sigurin, so er KÍ framvegis besta boði upp á at bjóða HB av í kappingini um føroyameistaraheitið.
EB/Streymur má hinvegin onkursvegna royna at reisa seg aftur, eftir tveir ósigrar á 6-0 og 7-0. Hesar báðar dystirnar hevur heimaftur vendi Bárður Olsen spælt á miðjuni, og tað hevur ikki sæð alt ov gott út.
Í kvøld sá út til, at Bárður Olsen í fleiri førum als ikki kláraði at fylgja við ferðini í bestu deildini, og tað skal ikki undra, um Jákup Martin Olsen, venjari, royndir onkra aðra loysn á miðjuni hjá EB/Streymi næsta dyst.
EB/Streymur - KÍ 0-7 (0-3)
1-0, 11. Páll Andrasson Klettskarð
1-0, 27. Patrik Johannesen
1-0, 37. Deni Pavlovic
1-0, 66. Jóannes Kalsø Danielsen
1-0, 70. Jonn Johannessen
1-0, 71. Jonn Johannessen
1-0, 89. Jóannes Bjartalíð
Fleiri dystartøl á FaroeSoccer
B36 - TB 4-1 (1-1)
Tað var als eingin ivi, at B36 var betra liðið. Men TB helt spenninginum í dystinum í ein tíma. So kláraðu tvørámenn ikki longur at standa móti álopsmaskinuni hjá B36, sum bara skorar og skorar. 4-1 var endaliga úrslitið.
Við frálíka álopsspælinum seinastu tíðina hongur B36 framvegis við í FM-stríðinum, og hvíta havnarliðið sýnast klárir at taka av møguleikanum, um grannarnir úr HB skuldu mist nøkur stig, nú vit skjótt fara inn í avgerandi triðingin í landskappingini.
B36 - TB 4-1 (1-1)
1-0, 16. Benjamin Heinesen
1-1, 25. Poul Ingason
2-1, 58. Meinhard Egilsson Olsen
3-1, 65. Stefan Radosavljevic
4-1, 89. Stefan Radosavljevic
Fleiri dystartøl á FaroeSoccer
ÍF - NSÍ 0-1 (0-1)
ÍF hevur fleiri ferðir spælt rímiliga væl móti teimum fýra oddaliðunum, men higartil hava teir ikki fingið eitt einasta stig burtur úr.
Soleiðis var eisini í kvøld, tá ið ÍF móti endanum av dystinum hevði onkran góðan og ein sera góðan møguleika at javna móti NSÍ.
NSÍ hevði annars meginpartin av spælinum, og 1-0 sigurin var fult uppiborin. Nýggi danski leikarin Jesper Christjansen skallaði bóltin í málið eftir eitt hornaspark í fyrra hálvleiki.
ÍF - NSÍ 0-1 (0-1)
0-1, 30. Jesper Christjansen
Fleiri dystartøl á FaroeSoccer