AB og Skála framvegis ikki vunnið í ár

Betri Deildin hjá monnum: AB - Skála 1-1 (0-1)


Botnliðini AB og Skála spældu botnliðum so líkt javnleik, tá ið liðini møttust á Argjum í kvøld. Harvið hava AB og Skála framvegis ikki roynt at vunnið ein dyst í ár. AB kann betri liva við úrslitinum, tí teir eru fimm stig framman fyri Skála, sum veruliga má taka seg saman beint nú, um teir ætla at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

Talan var avgjørt ikki um nakran væl spældan ella undirhaldandi dyst. Tað var heilt sjáldan, at liðini megnaðu at fáa tríggjar samanhangandi sendingar í spælinum fram eftir vøllinum. Stundum var bólturin eisini meira í luftini enn niðri á vøllinum, og hvørki liðið legði heldur nakað serliga nógv fyri í royndini at vinna dystin.

Jan Ingason enn einaferð
AB byrjaði heldur betri, og komu í onkrar brúkiligar skotstøður, men nakra veruliga hóttan varð tað ongantíð til.

Skála kom skjótt betri við í dystin, og í tí lítlu yvirvágni, skálamenn skaptu eina løtu, eydnaðist eisini at skora. Ein eitt sindur tilvildarligur bóltur endaði hjá Jan Ingason Hansen, sum rygginum til málið hálvavegna fekk saksasparkað bóltin í málið. Jan hevur verið tann størsti og kanska einasti glottin hjá Skála hetta kappingarárið. Hann hevur skorað fimm av teimum nýggju málunum hjá Skála.

Jonhard Frederiksberg helt Bjarka í skák
Í seinna hálvleiki mátti AB fram á vøllin. Bjarki Nielsen var sum vanligt størsta hóttanin hjá argjamonnum. Men hann hevði tað torført móti 39 ára gamla fyrrverandi landsliðsleikaranum Jonhardi Frederiksberg, sum var grivin fram til hendan dystin. Jonhard dró nærum hvørja ferð tað longra stráið móti kvika argjamanninum, sum ongantíð kom til nakað veruliga vandamikið skot.

Lawal gjørdi mun
Tað eydnaðist kortini AB at javna. Adeshina Lawal var komin inn fyri, Leiv Guttesen, sum júst er leigaður úr HB, og spældi sín fyrsta dyst á Argjum. Og Lawal vísti seg skjótt, at geva álopinum hjá AB eitt pinkalítið sindur av biti. Tað var eisini hann sum javnaði, tá ið hann framman fyri AB-verjuni inni í brotsteiginum eydnaðist at koma til skot, sum smeyg sær millum nakrar verjuleikarar og undir Bárð á Reynatrøð í málinum hjá Skála.

Skála royndi at svara aftur. Men førleikin at spæla seg til møguleikar í skipaðum álopum var ikki til staðar á Argjum í kvøld, og so endaði 1-1, og tí úrslitinum kann AB, sum nevnt, nógv betri liva við.

Hálvt stig fyri hvønn dyst fyri at yvirliva
Í Premier League verður ofta sagt, at fært tú eitt stig fyri hvønn dyst, so yvirlivir tú helst í deildini. Í ár hevði Aston Villa beint oman fyri niðurflytingarstrikuna 35 stig fyri 38 dystir.

Í Føroyum fáa botnliðini upp aftur færri stig enn í Onglandi. TB og AB dystast í løtuni um at sleppa undan at spæla ein upp/niðurflytingardyst móti einum 1. deildarliðið. Tey hava bara 7 stig fyri 15 dystir, og tað er minni enn eitt hálvt stig fyri hvønn dyst, so munurin millum topp og botn er risa stórur.

Betri Deildin hjá monnum: AB - Skála 1-1 (0-1)
0-1, 34. Jan Ingason Hansen
1-1, 74, Adeshina Lawal
Fleiri dystartøl á FaroeSoccer