Abameyang var stóri spælarin, tá ið Arsenal í dag vann 2-1 á Chelsea í finaluni í FA-cup, sum var spæld framman fyri tómum áskoðaraplássum á Wembley-leikvøllinum í London.
Pulisic legði Chelsea fram um longu í 5. minutti. Í 28. minutti, var Abameyang feldur á veg inn í brotsteigin, og eftir at hava stuðlað seg til VAR, avgjørdi dómarin at døma brotsspark, sum Abameyang sjálvur sendi trygt í netið.
20 minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Abameyang sigursmálið, tá ið hann í spískum vinkli hegnisliga lyfti bóltin upp um málverjan.
Løtu seinni fekk Kovasic hjá Chelsea sítt annað gula kort, sum á endurtøkunum sá út til at vera sera bíligt, og eisini mátti málskjúttin Pulisic fara skaddur av vøllinum. So var torført hjá Chelsea at koma aftur, og endin var, at Arsenal vann FA-cup fyri 14. ferð, sum eisini er met.