HB legði seg framum 1-0 átta minuttir eftir steðgin. Nýggi danski áloyparin hjá HB, Mikkel Dahl, takkaði fyri at sleppa at spæla í Føroyum, og skallaði bóltin í málið, eftir at ein bóltur inn fyri varð longdur víðari.
B36 kom í roynd og veru ongantíð við í dystin aftur, eftir at HB kom fram um, og seinna hálvleik átti HB allan sum hann var.
Talan var annars um ein frálíkan fyrra hálvleik, har spælið fleyt úr einum enda í annan. HB byrjaði dystin betri við ágangandi trýstspælið sum í fyrra dystinum millum havnarfeløgini. B36 hevði ringt við at koma av egnari hálvu, og longu í øðrum minutti hevði Daniel Johansen eina góða langskotsroynd frá brotsteigarmarkinum, men bólturin tók uttaru síðuna á stongini.
B36 át seg inn í dystin aftur, og miðvøllinum gjørdi Eli Falkvard Nielsen nakrar harðar og neyðugar takklingar. Sum heild spældi vágamaðurin hjá B36 ein sera góðan fyrra hálvleik, og saman við Erlendi Magnussyni vann hann slagið um miðvøllin stóran partin av fyrra hálvleiki. Tíverri fyri B36 mátti Erlendur av vøllinum longu tíggju minuttir, áðrenn farið varð til hálvleiks, eftir at hann nakrar minuttir áðrenn var liggjandi á vøllinum við pínu í knænum. Vónandi er tað ikki álvarsamt hjá sera evnaríka B36-leikaranum, sum alt kappingarárið í fjør var burtur við einum krossbandsskaða.
B36 hevði nakrar rímiligar møguleikar hesa løtuna, teir høvdu yvirvág, og tann allarbesti møguleikin fall til Sebastian Pingel beint fyri steðgin, men Teitur Gestsson bjargaði.
B36 kom sum sagt ongantíð fyri seg aftur í seinna hálvleiki. Mikkel Frankoch og Mattias Nygaard yvirtóku hjá HB yvirtóku miðvøllin, og á høgra bakki spældi Heri Mohr ein framúr góðan seinna hálvleik. Tað kom neyvan fyri í dystinum, at nakar B36-ari slapp framvið Hera, sum fyri hvønn dyst verður betri og betri og vísir venjaranum, Jens Berthel Askou, at tað ikki ber til at koma uttan um hann, tá ið teir fyrstu ellivu skulu veljast.
B36 hevur ávísar trupulleikar mitt á miðvøllinum, og spurningur hevur verið, hvør skal spæla saman við Eli Falkvard Nielsen. Tann trupulleikin tyktist loystur, nú Erlendur spældi á miðvøllinum móti KÍ og í kvøld móti HB.
So skjótt Erlendur noyddist av vøllinum, viknaði miðvøllurin hjá B36, og avloysarin, tann evnaríki Magnus Holm Jacobsen tykist enn ov veikur til slíkar oddadystir, har tað ofta eru sera nógvir harðar nærdystir. Um Erlendur ikki verður við móti Víkingi ólavsøkudag, má Jákup á Borg, venjari hjá B36, møguliga finna onkra aðra loysn mitt á miðjuni, tí Víkingar duga so sanniliga at spæla hart og kontant.
Hjá HB sær ógvuliga gott út beint nú. Teir eru nummar eitt, og fleiri av mongu skaddu leikarunum er komnir aftur í aftur ella eru á veg aftur, og tá verður hópurin hjá HB rættiliga breiður. Ólavsøkuaftan tekur HB móti TB, og tað skal vera ógvuliga løgið, um HB ikki eisini er oddalið eftir tann dystin.
Dystarhagtøl á Faroesoccer