Havnarfeløgini áttu at spælt á Tórsvølli


  Meining  

Altíð gott at vera til fótbólt á Tórsvølli, sum uttan samanbering er besti leikvøllur í landinum. Tí áttu Havnarfeløgini HB og B36 kanska at umhugsað at flutt heimadystirnar hjá bestu mansliðunum yvir á Tórsvøll. 

Nú graslíki á ovara vølli verður skift, var frálíkt at vera til landskappingardyst á Tórsvølli millum B36 og KÍ. Spyr bara tey í B36, sum sóu teirra menn spæla sum einglar, og klaksvíkingar máttu norður aftur við einum ordans 6-2 lúsingi.

Tað fyrsta, fólk løgdu merki til, tá ið B36 og KÍ spældu, var at ljóðviðurskiftini á Tórsvølli eru frálík, nú áskoðaraplássini vestaru megin eru um at taka skap. Ljóðið hvørvur ikki út í tóma luft, og tað ger, at tað verður nógv lívligari á áskoðaraplássunum. 

Ein annar fyrimunur fyri havnarfeløgini er tann stóri og breiði vøllurin. Hann eigur at vera til gagns fyri bæði HB og B36, sum vanliga spæla góðan álopssinnaðan fótbólt.

Hendan dagin á Tórsvølli sótu eisini allir áskoðararnir á áskoðaraplássunum eystaru megin, og tað gjørdi at fólkini vóru nógv meira samlað enn á ovara vølli, har áskoðararnir ofta sita sera spjaddir.

Áskoðaraplássini á Tórsvølli eru frálík. Tey glíða javnt út móti vøllinum, og sum áskoðari merkir tú, at tú hevur samband við vøllin. Áskoðaraplássini eru eisini so mikið brøtt, at tú hevur frálíkt útsýni yvir vøllin, so at tú fært eina frálíka heildarmynd av spælinum.

Aðrir fyrimunir kunnu eisini nevnast. Ljósviðurskiftini eru av besta slagi, tíðindafólk hava góðar umstøður, gott er at koma til og frá, og umstøðurnar at selja mat og drekka eru góðar.

Havi onkuntíð nevnt fyri bæði HB-arum og B36-arum tankan um at spæla á Tórsvølli. Tey flestu avísa blankt, tí tað eru so nógv søga og nógvar kenslur, sum knýta feløgini at ovara vølli.

Men tað eru bara 30 ár síðan, at feløgini bygdu felagshúsini har, og fyri 50 árum síðan var heimavøllurin á niðara vølli. So broytingar hava altíð verið, og feløgini eru bara vaksin við nýggjum og betri umstøðunum, sum eru komnar gjøgnum árini.

So HB og B36 tola sjálvandi eisini at flyta á Tórsvøll, og feløgini fara sjálvandi eisini at mennast upp aftur meira, um tey  taka stigið at flyta yvir á Tjóðarleikvøllin. 

Í fyrsta umfarið gleða vit okkum at fara til landskappingardyst millum HB og B36 á Tórsvølli nú hóskvøldið kl. 19.00.