EB/Streymur aftur yngst, og Víkingur aftur elst

EB/Streymur hevur í miðal brúkt yngstu leikararnar í Betri Deildini hjá monnum higartil hetta kappingarárið. Víkingur hevur í miðal brúkt elstu leikararnar. 

Vit hava við hagtølum frá FaroeSoccer roknað miðalaldurin á liðunum í Betri Deildini hjá monnum.

Vit hava vektað lutvísu spælitíðina hjá hvørjum einstakum leikara sum prosentpart av samlaðu leikminuttunum hjá liðinum.

Sjálvar útrokningarnar síggjast her

Útrokningarnar vísa, at EB/Streymur hevði yngsta liðið við miðalaldrinum 22,76 ár, meðan Víkingur hevði elsta liðið við miðalaldrinum 28,03 ár. Júst somu liðini vóru yngst og elst í fjør

Miðalaldurin frá yngst til elst:

EB/Streymur...... 22,76 ár (í fjør 23,84 ár)
AB......................... 23,69 ár (í fjør 24,69 ár)
TB.......................... 23,95 ár (í fjør 25,36 ár)
HB......................... 24,30 ár (í fjør 24,76 ár)
B36........................ 24,35 ár (í fjør 25,60 ár)
Skála..................... 24,62 ár (í fjør 27,14 ár)
KÍ........................... 25,46 ár (í fjør 25,20 ár)
NSÍ........................ 25,73 ár (í fjør 27,38 ár)
ÍF............................ 27,22 ár (í fjør 27,63 ár)
Víkingur.............. 28,03 ár (í fjør 28,71 ár)

Samanborið við miðalaldurin á liðunum í Premier League, er miðalaldurin á føroysku liðunum lágur. Sum sæst á Twitter-greinini niðanfyri, er miðalaldurin á flestu liðum í Premier League meira enn 26 ár, meðan flestu føroysku liðini hava ein miðalaldur lægri enn 26 ár.