Uttan at sveitta

Betri Deildin hjá monnum: EB/Streymur - HB 0-2 (0-2)

Yvirskriftin er ofta brúkt fyrr. Men kortini kann hon brúkast umaftur um dystin í dag. Tað mest dramatiska hjá okkum áskoðarum var næstan at koma inn til dystin, tí í Sundalagnum taka tey veruliga koronatilmælini í álvara enn, og tað var nær við, at tey mongu HB-viðhaldsfólkini, sum høvdu valt at rulla norður til Streymnes hetta sunnukvøldið, ikki sluppu inn. Men við vælvild gekk tað kortini.

EB/Streymur var so stórsinnað, at lata allar inntøkurnar frá dystinum fara til vælgerandi arbeiði hjá Team Rynkeby, og tað var eisini heilt fitt av áskoðarum var til dystin, so tað kom helst nakað væl í kassan.

Til sjálvan dystin, so tyktust bæði liðini sera troytt, eftir at hava spælt 120 minuttir í steypakappingini mikukvøldið. HB hevði spælið so at siga allan dystin, og EB/Streymur hevði onga veruliga atsókn móti málinum hjá Teiti Gestssyni í samfullar 90 minuttir.

HB royndi frá byrjan at leggja trýst á EB/Streym. Serliga Daniel Johansen legði fleiri vandamiklar bóltar inn fyri, og nakrar ferðir var nær við at onkur HB-ari fekk skot á.

Men tað var ikki nógv krút í HB-leikarunum, og trýstið linkaði skjótt. HB hevði kortini bóltin, og ein sum framvegis sá út til at hava nógva orku í sær, var Mathias Nygaard, sum allan tíðina royndi at seta ferðini upp. Hann reikaði eisini nógv bæði í vinstru og høgru síðu, og tað var ein slík støða, sum førdi til, at HB kom fram um 1-0. Mathias rak seg leysan við baklinjuna vinstrumegin, og legði ein bólt inn fyri, og við nærmastu stong misti EB/Streyma-málverjin, Rói Zachariasen bóltin í málið.

Beint fyri hálvleik varð dysturin so avgjørdur. Eftir eitt hornaspark, var bólturin var lagdur inn fyri aftur, beint í høvdið á Hilmari Leon Jakobsen, sum skallaði bóltin í málið.

Hilmar Leon tykist nú veruliga at vera farin at finna seg til rættis á einum fótbóltvølli. Orkan at renna tykist longu at vera økt, og hann vísir alla tíðina slíkt máltev, at hann kann gerast tann málskorandi áleyparin, sum HB hevur saknað í fleiri ár.

Seinni hálvleikur bara bráð av, at bæði liðini tyktust bara at fáa dystin lidnan. HB hevði framvegis bóltin, og EB/Streymur gjørdi onkrar royndir at koma fram í skjót mótálop. Fyrrverandi málrevurin, Arnbjørn Hansen kom sum vanligt á vøllin móti endanum. Men tað er ikki nógv veiggj í Arnbirni longur, og hansara tíð tykist at vera farin frá toppfótbólti.

Alt í alt ein meira enn uppiborin sigur til HB, og dysturin vísir okkum enn einaferð, hvussu stórur munur er á oddaliðunum og botnliðunum í føroyskum fótbólti.

Betri Deildin hjá monnum

EB/Streymur - HB 0-2 (0-2)

0-1, 23. Mathias Nygaard

0-2, 45. Hilmar Leon Jakobsen

Dystarhagtøl á FaroeSoccer