Betri Deildin hjá monnum, B36 - KÍ 6-2 (3-1)
Hóast KÍ byrjaði dystin best, og kom fram um, tá ið Jákup Andreasen skallaði bóltin í málið longu í 6. minutti, so var hetta dagurin hjá B36.
B36 hevur sjáldan verið í sterkastu uppstilling í ár. Men í dag byrjaði B36 við nakað av tí, sum kann kallast teir bestu ellivu á vøllinum, og tað sást aftur.
Kanska klaksvíkingar vóru troyttir frá strævna dystinum í steypakappingina móti HB mikukvøldið, tí B36 yvirtók skjótt alt spælið spælið og átti restina av dystinum.
B36 vendi eisini dystinum fullkomiliga á høvdið upp eitt korter.
Trýstið frá B36 gjørdist alsamt størri, og B36 hevði fleiri hornaspørk. Eitt av hesum hornaspørkum støkk út frá málinum, og har hamraði Benjamin Heinesen til og umvegis Sebastian Pingel endaði bólturin í málinum.
B36 helt fram, og tá ið 31 minuttir vóru spældir sendi Árni Frederiksberg eitt av sínum eyðkendu fríspørkum inn fyri, og við handaru stong skallaði Michal Przybylski bóltin í málið.
Og løtu seinni gjørdi Przybylski tað eisini til 3-1. Hesaferð var eitt innkast kastað inn fyri, ein KÍ-ari fekk ikki beint bóltin burtur, og so var Przybylski aftur á blettinum.
B36 kundi saktans ført meira í hálvleikinum, og støðan hjá KÍ gjørdist eisini upp aftur verri, tá ið Deni Pavlovic býttisliga fekk sær tað næsta gula kortið, og so var dysturin í roynd og veru var avgjørdur.
KÍ setti tó eitt sindur av spenning í dystin aftur fyrst í seinna hálvleiki, tá ið innskifti Ole Erik Midtskogen skoraði eftir ein rimmar feil frá B36-málverjanum, Róa Mørk Hentze.
Tað var tó ikki leingi, so hevði B36 endaliga avgjørt dystin. Pingel skallaði eitt fríspark í málið, og Alex Mellemgaard skoraði upp á brotsspark.
KÍ ásannaði nú, at slagið var tapt, og teir møguleikarnir sum vóru í seinna hálvleiki fullu til B36.
Jákup Andreasen fekk sær eisini sítt seinna gula kort og harvið reytt, og innskifti Hannes Agnarsson gjørdi tað til endaliga úrslitið 6-2.
B36 er veruliga við í oddastríðnum aftur, eftir eitt heldur vánaligt tíðarskeið fyri nøkrum vikum síðan.
Mitt á miðvøllinum var Erlendur Magnusson saman við Eli Falkvard Nielsen í dag, og hetta tykist at vera teir báðir, sum sum geva frálíku kviku álopssinnaðu leikarununum hjá B36 best arbeiðstreytir.
Álopsspælið hjá B36 var eisini framúr gott í dag. Tá ið Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Olsen og Sebastian Pingel eru í so góðum lag er ikki stuttligt at verða mótstøðulið hjá B36.
Frálíka spælið hjá B36 í dag boðar frá góðum, og tað skal vera løgið, um ikki sera væl mannaða B36-liðið ikki verður við heilt frammi í oddinum, tá ið nærkast kappingarenda í novembur-mánaði.
Betri Deildin hjá monnum
B36 - KÍ 6-2 (3-1)
0-1, 6. Jákup Andreasen
1-1, 23. Sebastian Pingel
2-1, 31. Michal Przybylski
3-1, 36. Michal Przybylski
3-2, 53. Ole Erik Midtskogen
4-2, 58. Sebastian Pingel
5-2, 64. Alex Mellemgaard (br)
6-2, 92. Hannes Agnarsson