HB-arar minnast væl, tá ið meistaraheitið fyri tveimum árum síðan kom í hús í Klaksvík. Í kvøld fór sigursvanda havnarfelagið enn einaferð suður aftur til høvuðsstaðin við einum sigri í skjáttuni.
Hóast KÍ leikliga og í málmøguleikum hevði greiða yvirvág, so eydnaðist tað til endans HB at vinna dystin eftir eina sera spennandi brotssparkskapping.
KÍ hevði ein dystarbólt, áðrenn málverjin hjá HB, Teitur Gestsson, koppaði brotssparkskappingini á høvdið og sendi HB víðari í kappingin um Løgmanssteypið.
Harvið sleppur KÍ, at halda frí seint á árinum, tá ið hini liðini fara at dystast um at gerast steypavinnarar.
Klaksvíkingar kunnu so sanniliga iðra seg um, at teir ikki vunnu dystin, tí teir vóru betri enn HB í flestu lutum í kvøld, og einar tríggjar fýra ferðir rakti KÍ træverkið aftan fyri Teit Gestsson í HB-málinum.
HB sær hinvegin út til at hava onkur serlig evni at yvirliva í ár, hóast liðið er sera hart rakt av skaðum. Í upphiting undan dystinum í kvøld varð kanska besti HB-leikarin í ár, René Shaki Joensen, skaddur, og í staðin slapp 17 ára gamli Ási Dam fyri fyrstu ferð at byrja inni á besta liðinum hjá HB.
Ási takkaði fyri álitið. Tá ið 12. minuttir vóru spældir, gjørdi hann ikki minni enn at leggja HB fram um, tá ið hann var fyrstur á bóltinum, eftir at Kristian Joensen hevði bjargað einum frísparki frá Daniel Johansen.
Eftir málið yvirtók KÍ spakuliga spælið, meðan HB lá longri afturi á vøllinum. Tann gongdin helt sær so at siga allan dystin, tó at HB eisini hevði onkrar løtur og onkrar møguleikar.
KÍ fekk alsamt størri og størri leikliga yvirvág sum seinni hálvleikur leið, og serliga Patrik Johannesen var ein støðug hóttan móti málinum hjá HB. Hann hevði tó ikki hepni við sær, og nakrar ferðir sendi hann bóltin á træverkið.
Endin varð tó, at Patrik skoraði. 70 minuttir vóru spældir, tá ið HB ikki kláraði at rudda bóltin burtur, og eftir eitt ordiligt trunkaspæl endaði alt við, at Patrik skallaði bóltin í málið.
Alt bendi á, at KÍ nú fór at vinna dystin, og Patrik rakti yvirleggjaran enn einaferð. Sum tað nærkaðist endanum av vanligari leiktíð, linkaði trýstið frá KÍ kortini, og bæði liðini tyktust bara at bíða eftir umdystinum.
Umdysturin var ikki nógv at reypa av. Hondbóltspælarin hjá HB, Hilmar Leon Jakobsen gjørdi ein vørr beinanvegin í umdystinum, tá ið hann fyrst brendi ein tilvildarligan møguleika, og síðan hoppaði hann við góðum hondbóltslopi hægri enn málverjin hjá KÍ og skallaði beint fram við.
KÍ hevði bóltin mest allan umdystin, men har var eingin orka at loypa á við og so varð brotssparkskapping.
Tá ið HB hevði brent tvey av trimum teimum fyrstu brotsspørkunum sá einki út hjá havnarmonnum.
Hóast KÍ eisini brendi eitt brotsspark, so hevði Jóannes Bjartalíð møguleikan at avgera dystin. Men sum ikki einaferð, so bjargaði Teitur Gestsson HB, og Teitur helt fram. Fyrst skoraði hann sjálvur, og eftir at bæði liðini høvdu skorað hvør sítt brotsspark, so bjargaði Teitur aftur.
Nú var alt upp til Dan í Soylu. Hann skoraði trygt, og so var HB víðari í kappingini um Løgmanssteypið.
Enn ein undirhaldandi dystur millum KÍ og HB var komin at enda, og áskoðararnir fingu so sanniliga spenning og drama fyri pengarnar.
KÍ - HB 1-1 (0-1) (Eftir brotssparkskapping 5-6)
0-1, 12. Ási Dam
1-1, 70. Patrik Johannesen
0-1, 12. Ási Dam
1-1, 70. Patrik Johannesen