Úrmælingurin Hilmar Leon

Stórur spenningur var millum viðhaldsfólkini hjá HB, tá ið landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, kom á vøllin móti ÍF í dag. Tí í HB vita tey, hvørji fótbóltsevni hesin ítróttaúrmælingurin hevur.

Og Hilmar Leon skuffaði ikki sínar viðhaldsmenn, og hevði avgerandi leiklut í sigursmálinum, tá ið hann vann bóltin á miðjuni, og spældi René Shaki Joensen leysan til sigursmálið.

Hilmar Leon hevur spælt tríggjar dystir við næstbesta liðnum hjá HB í 1. deild í ár og hevur skorað fýra mál. Tað hevur eisini verið eyðsýnt fyri øll, sum hava sæð hesar tríggjar dystirnar, at Hilmar Leon hevur framúrskarandi evnir at spæla fótbólt og hevur sera gott skot við vinstra beini, umframt at høgra beinið so avgjørt kann brúkast. Hann er sum hondbóltsleikari eisini sera væl fyri, er sera kvikur og sterkur.

Sum blaðungur var Hilmar Leon ein av evnaríkastu fótbóltsleikarum í landinum, áðrenn ein viðvarandi skaði gjørdi, at ungi hoyvíkingurin mátti gevast við fótbóltinum og valdi at satsa upp á hondbóltin í staðin. Síðan hevur hann verið millum fremstu hondbóltsleikarar í Føroyum.

Hilmar Leon Jakobsen hevur spælt tilsamans 11 dystir á U17- og U19-landsliðinum í fótbólti. Eisini er hann ein av yngstu leikarum um ikki yngsti, sum hevur skorað fyri besta liðið hjá HB, tá ið hann á heysti 2013 sum 16 ár og 2 mánaðir gamal skoraði í einum 6-0 sigri móti 07 Vestur.

Hvat HB og Hilmar Leon ætlað framyvir er ógreitt. Men hvør veit, um vit ikki síggja hann á fótbóltsvøllinum í fleiri dystum í hesum kappingarárinum.