Oddaliðini máttu stríðast

Toppur vann á botni, men HB, NSÍ og KÍ máttu stríðast fyri teimum trimum stigunum. B36 og Víkingur spaseraðu seg til sigurs.

KÍ – TB 2-1 (0-1)
KÍ mátti veruliga stríðast móti TB á heimavølli, og tað mátti eitt brotsspark til fyri at avgera dystin til fyrimunar fyri KÍ. TB kom annars fram um í fyrra hálvleiki, tá ið John Villi Wøldike skoraði. KÍ hevði alt spælið og fleiri møguleikar at javna, men tað var ikki fyrr enn beint eftir steðgin, at liðskiparin Jákup Andreasen prikaði bóltin í málið eftir hornaspark.

Tað var lítið veiggj í føroyameistarunum í dag, og lítið bendi á, at teir fóru at vinna dystin, tá ið dómarin metti, at málverjin hjá TB, Frederik Medher, feldi Ole Erik Midtskogen. Tvørámenn vóru rasandi, men tað legði Jóannes Bjartalíð líki í, og hann sendi brotssparkið í málið.

AB – B36 0-4 (0-1)
B36 hevði ikki stórvegis trupulleikar á Argjum í dag. Michal Przybylski setti hol á í 10. minutti. AB var tó framvegis við í dystinum, tá ið farið var til hálvleiks.

Beint eftir steðgin fangaði Árni Frederiksberg eina skeiva sending í AB-verjuni, og so var 2-0 til havnarliðið. Sebastian Pingel gjørdi tað til 3-0 við einum frálíkum skallara, og Meinhard Olsen staðfesti 4-0 sigurin í mjørkanum á Argjum

Skála – Víkingur 0-4 (0-4)
Víkingur snøgt sagt rann Skála um koll í fyrra hálvleiki. Jákup Johansen skoraði fyrsta málið, og longu tá ið 18 minuttir vóru spældir høvdu Lukasz Cieslewicz og Atli Gregersen skorað við hvør sínum brotssparki. Beint fyri hálvleikin gjørdi Vukasin Tomic tað til 4-0. Í seinna hálvleiki tóku Víkingar sær av løttum, og tað komu ikki fleiri mál.

NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0)
Hóast Salmundur Bech sendi NSÍ á sigurskós nakrar minuttir fyri steðgin, so var hetta ikki besti dysturin hjá NSÍ, og dysturin livdi allar 90 minuttirnar. EB/Streymur kom kortini ikki fram til teir stóru møguleikarnar, og tað bert bert hendingaferð nakar vandi framman fyri NSÍ-málið.




Dystartøl

KÍ – TB 2-1 (0-1)
0-1, 18. John Villi Wøldike Leo
1-1, 52. Jákup B. Andreasen
2-1, 79. Jóannes Bjartalíð

Skála – Víkingur 0-4 (0-4)
0-1, 7. Jákup Johansen
0-2, 14. Lukasz Cieslewicz (br)
0-3, 18. Atli Gregersen (br)
0-4, 45. Vukasin Tomic

AB – B36 0-4 (0-1)
0-1, 10. Michal Przybylski
0-2, 46. Árni Frederiksberg
0-3, 66. Sebastian Pingel
0-4, 86. Meinhard E. Olsen

NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0)
1-0, 37. Salmundur Bech

ÍF – HB 1-2 (1-1)
1-0, 6. Hans Jákup Lervig
1-1, 29. Mathias Nygaard
1-2, 66. René S. Joensen