Oddaliðið HB hevði trupulleikar við at basa ÍF í regninum í Fuglafirði í dag. Men HB hevði ein trumf á beinkinum. Landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, kom á vøllin eitt korter inn í seinna hálvleik, og tríggjar minuttir seinni hevði hann longu havt ein avgerandi leiklut í dystinum.
Beint framman fyri miðjuna vann Hilmar Leon ein nærdyst móti einum ÍF-ara, sum mátti sanna, at hondbóltsleikarar eru krútsterkir, síðan spældi hann René Shaki Joensen leysan, og René skoraði tað, sum skuldi vísa seg at gerast avgerandi málið í dystinum.
Oddaliðið HB mátti veruliga stríðast fyri sigrinum í sera lívliga og góða dystinum í Fuglafirði. Sum heild var HB betri, og havnarmenn byrjaðu eisini dystin væl, og høvdu longu nakrar møguleikar fyrstu minuttirnar.
Tað varð tó ÍF, sum kom fram um longu í fjórða minutti við einum av sínum eyðkendu mótálopum. Eitt málspark varð sent langt fram á vøllin, Uros Stojanov skallaði bóltin inn um verjuna hjá HB, og har lyfti Hans Jákup Lervig hegnisliga bóltin upp um Teit Gestsson í málinum hjá HB. Stór frøi í Fuglafirði, har tað veruliga merkist, at fótbóltsliðið í býnum aftur er farið at standa seg væl í bestu fótbóltsdeildini.
HB helt fram at hava spælið, og kom eisini til rættiliga nógvar avbera góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, og átti helst at havt skorað eini tvey trý mál. Men antin vóru skotini ov vánalig, ella bjargaði frálíki ungi málverjin Jákup Nolsøe Joensen og einaferð rakti bólturin eisini stongina.
Tað eydnaðist kortini HB at javna. Mads Boe Mikkelsen legði bóltin inn fyri yvir til handaru stong, har Mathias Nygaard skallaði bóltin í málið.
ÍF hevði eisini sínar góðu møguleikar fyri steðgin, og hóast HB hesaferð hevði fimm mans í verjuni, so voldu fuglfirðingar HB-verjuni trupulleikar næstan hvørja ferð, teir vóru framman fyri miðjuna. Uros Stojanov vann allar høgu bóltarnar, og so var vandi á ferð, og einar tvær ferðir mátti Teitur Gestsson við stórbjargingum bjarga sínum liði.
Eftir steðgin tók HB yvir alt spælið og fingu trýst verjuna hjá ÍF longri og longri aftur, men tað skuldu, sum nevnt, ein hondbótsleikari til at avgera dystin.
Eftir HB var komið fram um, kom ÍF nógv betri við í dystin, og teir høvdu eisini sínar møguleikar at javnað, men HB reið stormin av sær, og er framvegis oddalið í bestu mansdeildini.
ÍF vísti okkum enn einaferð, at teir kunnu geva øllum liðum mótstøðu. Framvegis hava teir tó einki stig fingið móti nøkrum av fýra teimum ovastu liðunum, men við góðu gongdini hjá ÍF, man tað ikki fara at verða so leingi.

ÍF - HB 1-2 (1-1)
1-0, 4. Hans Jákup Lervig
1-1, 28. Mathias Nygaard
1-2, 66. René Shaki Joensen