AB – NSÍ 2-3 (1-1)
NSÍ plagar at vinna lættliga móti botnliðunum. Men AB gav NSÍ ein ordans hvøkk á Argjum í dag. NSÍ vendi tó hóttandi stigamissi til sigurs, og NSÍ er enn við í oddastríðnum.
NSÍ kom fram um við einum heldur løgnum máli. Aron Knudsen sendi eitt fríspark móti málinum, og bólturin fór spakuliga inn við stongini og í málið aftan fyri Bjarta Mørk, sum í dag var valdur fram um Silas Eyðsteinsson í málinum hjá AB.
AB svaraði tó skjótt aftur, tá ið Bjarki Nielsen beindi bóltin í málið eftir eitt hornaspark.
NSÍ hevði bóltin meginpartin av tíðini. Men AB stóð væl í verjupartinum og hevði í roynd og veru bestu møguleikarnar í fyrra hálvleiki. M.a. fekk Jesper van der Heiyden ein gyltan møguleika beint fyri steðgin.
AB hevði gott tak á NSÍ fyri steðgin. M.a. høvdu teir hálvavegna tveir leikarar á Petur Knudsen, og tað eydnaðist at steðga altíð vandamikla kvika vinstra veinginum hjá NSÍ.
Seinni hálvleikur byrjaði við at spælið bylgjaði aftur og fram. NSÍ flutti Petur Knudsen yvir høgru síðu fyri at fáa hann við í spælið, og so við og við yvirtók NSÍ dystin. AB gyppaði meira og meira burtur. Klæmint kom til ein góðan skallara, og eitt innlegg mundu farið í málið.
NSÍ kom bara nærri og nærri, og tá ið 76. minuttir vóru spældir gekk ikki longur hjá AB. Jann Benjaminsen sendi eitt innlegg inn fyri, og Klæmint Olsen legði bóltin við bringuni niður til Petur Knudsen, sum fluktaði bóltin í málið.
Nú væntaðu tey flestu, at NSÍ fór at vinna, men NSÍ gav teimum enn ein hvøkk. NSÍ-verjan misti bóltin í uppspælinum, bólturin varð sendur inn um NSÍ-verjuna, og har beindi Bjarki Nielsen bóltin í málið.
NSÍ átti tó seinasta orðið, og sum ikki einaferð, so bjargaði Klæmint Olsen NSÍ, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti og so var 3-2 til NSÍ, og runavíkingar eru framvegis við heilt frammi har tað er stuttligt.
AB – NSÍ 2-3 (1-1)
0-1, 7. Aron Knudsen
1-1, 17. Bjarki Nielsen
1-2, 76. Petur Knudsen
2-2, 86. Bjarki Nielsen
2-3, 88. Klæmint Olsen