KÍ og HB vendu hóttandi ósigrum

Bæði KÍ og HB vóru á veg at missa týðandi stig í stríðnum um meistaraheitið. Men bæði toppliðini vendu hóttandi ósigri til sigurs. Í Fuglafirði vann ÍF á TB.

Víkingur – KÍ 1-2 (1-0)
KÍ hevði bóltin teir fyrstu tíggju minuttirnar. Men brádliga fór Víkingur í mótálop. Jákup Johansen hælaði fikst til Sølva Vatnhamar, sum gjørdist leysur í vinstra bori og fann Finn Justinussen, sum millum vinir og fíggindar skallaði bóltin í málið. Løtu seinni fekk Víkingur aftur ein rimmar møguleika, tá ið Gunnar Vatnhamar gjørdist púra leysur, men Kristian Joensen stórbjargaði.

KÍ helt fram at hava størsta partin av spælinum, men Víkingur helt fram við at vera tað vandamiklara liðið, tá ið teir fóru í mótálop.

Sum hálvleikur leið eydnaðist Víkingi at koma meira við í spælið, og meistararnir úr KÍ tyktust eitt sindur ráðaleysir.

KÍ kom fram til ein møguleika.

Í seinna hálvleiki kláraði Víkingur framhaldandi at halda KÍ frá møguleikum teir fyrstu 20 minuttirnar. Men KÍ át seg spakuliga inn í dystin, og Jóannes Bjartalíð kom til ein stóran møguleika, og beint aftan á kom Patrik Johansen í eina góða støðu við nærmastu stong.

Í 82. minuttir eydnaðist so KÍ at javna, tá ið Ole Erik Midtskogen var fyrstur á bóltin eftir eitt flatt innlegg.

Beint sum tíðin fór vístu klaksvíkingar so, hví teir eru meistarar. Páll Klettskarð skallaði eitt frálíkt innlegg frá Boris Dosljak í málið, og so hoyrdust áskoðararnir hjá klaksvíkingum.

Víkingur royndu at koma aftur í aftur, men tað eydnaðist ikki.

Skála - HB 1-3 (1-0)

HB fekk óvæntaða mótstøðu á Skála, og kláraði í tí stóra heila at halda HB frá teimum stóru møguleikunum í fyrra hálvleiki. Hinvegin hevði Ronni Møller Iversen ein rimmar møguleika at leggja Skála fram um, tá ið eitt korter var spælt, men Teitur Matras Gestsson bjargaði í stórum stíli.

Skála hevði eisini tann næsta møguleikan, tá ið eitt skjótt mótálop endaði við, at Jan Ingason Hansen slapp at skalla úr spískum vinkli. Og triðja stóra møguleikan fekk Skála eisini, tá ið Samuel Johansen Chukwudi gjørdi ein stóran feil og Poul Kallsberg púra leysur, men Teitur bjargaði enn einaferð HB.

Skála helt fram at fáa møguleikar, og beint fyri hálvleiki kom Skála eisini uppiborið fram um, tá ið Jan Ingason Hansen fangaði eina afturlegging frá Daniel Johansen, Teitur var ov seinur út, og so kundi Jan rulla bóltin í tóma málið.

Hóast HB gjørdi alt fyri at koma við í dystin aftur í seinna hálvleiki, so gekk tað striltið. Spælandi hjálparvenjarin, Kevin Schindler, fekk besta møguleikan, men Bárður á Reynatrøð bjargaði.

HB sett Heðin Hansen á vøllin fyri at venda dystinum, og tað gav úrslit.

Í 72. minutti var brotsspark til HB, og Daniel Johansen skoraði trygt, og beint eftir skallaði Heðin Hansen bótin í málið. 

Mattias Nyggard staðfesti 3-1 sigurin hjá HB, tá ið hann skallaði bóltin í málið tíggju minuttir fyri tíð.

ÍF - TB 1-0 (0-0) 
Í Fuglafirði vann ÍF 1-0 á TB við málið, sum Uros Stojanov skoraði í seinna hálvleiki.


Dagsins dystir, sunnudagin 28. juni 2020

Víkingur - KÍ 1-2 (1-0)
1-0, 11. Finnur Justinussen
1-1, 82. Ole Erik Midskogen
1-2, 90. Páll Klettskarð

ÍF - TB 1-0 (0-0)
1-0, 59 1-0, Uros Stojanov

Skála - HB 1-0 (1-0)
1-0, 45. Jan Ingason Hansen
1-1, 73. Daniel Johansen (br)
1-2, 75. Heðin Hansen
1-3, 80. Mattias Nygaard

Fríggjadagin 26. juni

EB/Streymur - B36 0-3 (0-1)
0-1, 8. Magnus Holm Jacobsen
0-2, 64. Eli Falkvard Nielsen
0-3, 93. Árni Frederiksberg