HB og KÍ nærkast oddinum


Fýra dystir eru spældir í 1. deild í gjár og í dag, og dysturin millum B68 og FC Hoyvík, sum skuldi spælast á Toftum, mátti útsetast til í morgin, tí spælandi var ikki fyri mjørka.

Fríggjakvøldið spældu oddaliðini Víkingur og NSÍ málleysan javnleik, og tí gjørdu HB og KÍ sær dælt av í dag, tá ið tey vunnu sínar dystir.

Teir næstbestu hjá HB komu aftur um móti 07 Vestur, tá ið HB-verjan var óheppin at beina bóltin í egið mál. HB svaraði tó aftur fyri hálvleik. Fyrst javnaði Hilmar Leon Jakobsen, og beint fyri hálvleik setti Rói av Fløtum eitt brotsspark í málið. Í seinna hálvleiki økti Rói av Fløtum til 3-1, og Jógvan Skeel Nolsøe skoraði til úrslitið 4-1.

Teir næstbestu hjá KÍ vunnu í Klaksvík 2-0 móti teimum næstbestu hjá B36. Børge Petersen og Dávid Langaard skoraðu málini í seinna hálvleiki.

Botnliðið AB vann síni fyrstu stig í dag, tá ið teir vunnu 2-1 móti B71. Símun Samuelsen, sum júst hevur fingið spæliloyvið flutt til AB, legði heimaliðið fram um fyri steðgin. Í seinna hálvleiki javnaði Hans Oddson Hentze, áðrenn Rói Klakkstein Vilhelm tryggjaði AB tey fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.

Á Toftum byrjaði dysturin millum B68 og FC Hoyvík, men tað var so nógvur mjørki, at dysturin mátti brótast av og útsetast til sunnudagin.