EB/Streymur - B36 0-3 (0-1)
B36 vann í kvøld ein lættan og væntaðan sigur móti EB/Streymi í stevnudysti á sundalagsstevnu. Og B36 nærmast spákaði seg til sigurs. EB/Streymur var hampiliga væl við eina løtu. Men vandi er í hvørjari vælferð, og ofta er vandamikið hjá botnliðum at fara ov langt fram á vøllin móti teimum góðu liðunum.
Átta minuttir vóru spældir, tá ið teir í EB/Streymi gjørdust ov grammir at koma langt fram á vøllin í álop, og 1-2-3, so fór B36 í mótálop, Meinhard Egilsson Olsen rak seg leysan í vinstru síðu og legði bóltin í høvdið Magnusi Holm Jacobsen, sum skallaði bóltin í málið.
B36 helt fram at hava spælið, og í 64. minuttir var dysturin endaliga avgjørdur, tá ið liðformaðurin hja EB/Streymi Andras Olsen ikki kláraði at rudda burtur, og so var Eli Falkvard Nielsen fyrstu á bóltinum og avgjørdi dystin.
Heimaliðið hevði annars beint undan 2-0-málinum sett gamla málrevin, Arnbjørn Hansen á vøllin, og seinasta hálva tíman var hann við at seta lív í álopið hjá EB/Streymi.
Sundalagsmenn fingu tó einki burtur úr, og í yvirtíðini skoraði Árni Frederiksberg til úrslitið 3-0.
B36 er nú oddalið til sunnudagin, tá ið hini oddaliðini spæla sín dyst í 10. umfari.

0-1, 8. Magnus Holm Jacobsen
0-2, 64. Eli Falkvard Nielsen
0-3, 93. Árni Frederiksberg