Endiliga


Hugleiðing: Liverpool, ein lívsstílur

30 ára oyðimarkargongd er av, og ENDILIGA vunnu vit hatta vælsignaða meistaraheitið. Ofta hevur verið strævið. Men seinastu árini hava av sonnum verið stuttlig hjá okkum Liverpool-fjepparum. 

Eg eri so mikið gamal, at eg minnist seinast Liverpool vann meistaraheitið í 1990. Eg minnist eisini øll meistaraheitini í 80-árunum, og eg minnist eisini sorgarleikirnar á Heysel og á Hillsborough. Eg minnist eisini hesi 30 árini, sum vit hava bíðað eftir enska meistaraheitunum, sum nú endiliga er komið heim aftur.

BBC radio 2 og BBC 5 Live 

Sjálvur vaks eg upp í hondbóltsbygdini Vestmanna, so tað lá kanska ikki í kortinum, at enska fótbóltsfelagið Liverpool skuldi gerast mín fylgisveinur gjøgnum lívið.

Men tað gjørdist tað, og við einum sera ítróttahugaðum pápa, sum lurtaði eftir enska BBC Radio 2 og seinni BBC 5 Live gjørdist enskur fótbóltur og Liverpool ein lívsstílur.

Áhugin fyri Liverpool vaknaði veruliga í 1983, tá ið eg var 9 ár. Vit áttu einki sjónvarp, men av og á sá eg dystir, sum sjónvarpsfelagið í Vestmanna sendi 14 dagar forskotið. Liverpool var besta liðið tá, og í einari danskari fótbóltsárbók, “Årsrevyen 1983”, sum var heima hjá okkum, stóð sera nógv um Liverpool, og eg var seldur. 
Liverpool var best í 1983

Alt fyri Liverpool

Seinastu mongu árini eru ikki nógvir dystir farnir framvið, sum eg ikki havi sæð. Hevur eingin vanlig sjónvarpsrás víst dystirnar, hevur nógv verið lagt fyri at finna onkra stroyming á netinum. Á uttanlandsferðum havi eg eisini altíð syrgt fyri, at finna tær barrirnar, sum hava víst dystirnar hjá Liverpool. So Liverpool hevur veruliga havt stóran týdning.

Nakrar ferðir hesi 30 árini hevur eisini verið nær við. Serliga í 2009 og 2014 var heilt nær við, men tað gekk akkurát ikki. Vit minnast tó øll, tá ið vit vunnu Champions League í 2005 eftir legendarisku finaluna í Istanbul.



Henderson

Heystið 2015 setti Jürgen Klopp seg so í venjarasessin, og restina av søguni kenna vit. Liverpool hevur síðan tann dagin Klopp trein inn á pallin verið í støðugari menning. Champions League kom í hús í fjør, beint fyri jól varð heimsmeistaraheitið fyri lið vunnið, og nú er enska meistaraheitið endiliga aftur í Liverpool.

Liðið hjá Klopp er gott, avbera gott. Allison, van Dijk, Mané, Salah og allir hinir, hvør betur enn annar.

Men eg havi hug at nevna ein spælara fram um allar hinar, og tað er liðskiparin Jordan Henderson. Hann hevur havt øll odds móti sær. Skuldi sum liðskipari lyfta arvin eftir Steven Gerrard, og tað var í sær sjálvum næstan ein ómøgulig uppgáva.

Ein stórur partur av viðhaldsfólkunum hjá Liverpool høvdu eisini ilt við at síggja dygdirnar hjá Henderson, og á sosialu miðlunum hevur hann fingið nógv minni pen orð omanyvir seg.

Liðskiparin, Henderson, helt tó fram at stríðast, og hann er av øllum tann leikarin, sum er ímyndin av hesum kærkomna meistaraheitinum.

Um nakar vikur fer Jordan Henderson at taka móti sjálvum meistarasteypinum, og tað fer at verða enn ein frálík løta hjá okkum Liverpool-viðhaldsfólkum, sum í hesum døgum hava sera torført við at fáa armarnar niður aftur.

You´ll never walk alone