NSÍ - HB 2-0 (2-0)
NSÍ var so nógv betri enn HB í øllum lutum í kvøldsins dysti við Løkin í Runavík. Tað var serliga ein leikari, sum skaraði framúr í fyrra hálvleiki.
Petur Knudsen var ein støðug hóttan úti í høgru síðu, og liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, sum hesaferð var valdur fram um Hera Hjalt Mohr á høgra bakki, hevði stórar trupulleikar av kvika runavíkinginum, sum gav HB-arunum nakrar ávaringar longu fyrstu 10 minuttirnar. Tríggjar ferðir legði Petur vandamiklar bóltar inn fyri, og tað var nær við, at Klæmint Olsen fekk bóltin í málið.
Í 11 minutti bragdaði so hjá NSÍ. Aftur var tað Petur Knudsen, sum var upp á spæl. Inni í brotsteiginum vinstrumegin málið spældi hann bóltin í føturnar á Bárði Hansen, sum kom av hinum bakki og setti bóltin inn við nærmastu stong.
HB royndi at svara aftur. Men NSÍ vann allar nærdystir, og HB hevði sera trupult við at spæla bóltin fram eftir miðjuni. Fleiri ferðir vann NSÍ bóltin frá HB í uppspælinum, og í staðin fór NSÍ í vandamikil mótálop. Í kvøld var tað ikki HB, sum legði høgt trýst, men hinvegin NSÍ, sum allan dystin órógvaði oddaliðið úr Havn.
NSÍ hevði eisini fleiri góðar møguleikar, og m.a. rakti Klæmint Olsen tvørtræið, tá ið Petur Knudsen enn einaferð var upp á spæl í vinstru síðu.
Fimm minuttir fyri steðgin kom NSÍ uppiborið fram um 2-0. Sum ikki einaferð var tað Petur Knudsen, sum kom í gjøgnum í vinstru síðu, og legði inn til Klæmint, sum varð feldur. Brotsspark til NSÍ, og Petur Knudsen setti sjálvur bóltin trygt í málið.
Í seinna hálvleiki stríddist HB fyri at koma inn í dystin aftur. Men tað gekst striltið hjá HB, og serliga á miðvøllinum hevði HB trupulleikar at fáa nakað at hanga saman. NSÍ vann næstan allar nærdystirnar og nógvar av bóltunum sum stukku á miðvøllinum, og HB kláraði als ikki at fáa tað kvika samanspælið, sum hevur eyðkent liðið at koyra.
Eina lítla løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk HB lagt trýst á NSÍ, og tað varð ein stóran møguleika, tá ið Mattias Nygaard slapp at skalla púra leysur beint framman fyri málið, men Tórður Thomsen bjargaði og vísti, hví hann verður mettur at vera ein av Føroya bestu málverjum.
Trýstið hjá HB dovnaði, og NSÍ hevði so at siga fult tamarhald á støðuni seinasta korterið, og hevði eisini onkrar góðar støður í kvikum mótálopum.
HB royndi móti endanum við nøkrum longum bóltum. Men í kvøld var NSÍ betri enn HB og vann uppiborið 2-0.
Hini oddaliðið fegnast í kvøld við NSÍ, og nú er oddastríðið víðopið aftur, og heili fýra lið eru framvegis við í stríðnum um føroyameistaraheitið.
NSÍ - HB 2-0 (2-0)
1-0, 11. Bárður Hansen