Chelsea vendi einum hóttandi ósigri til sigurs. Aston Villa, sum stríðist í botninum, kom fram um, tá ið Kortney House skoraði beint fyri steðgin. Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, vendi Chelsea dystinum. Christian Pulisic og Oliver Giroud skoraðu hvør sítt mál. César Azpilicueta legði upp til bæði málini.
Sheffield United misti eitt týðandi fet í stríðnum um pláss í Evropa, tá ið teir taptu 3-0 í Newcastle. John Egan hjá Sheffield United fekk sítt seinna gult kort fimm minuttir eftir steðgin, og tí gjørdi Newcastle sær verulig dælt av. Allan Saint-Maximin, Matt Ritchie og Joelinton skoraðu málini tey trý málini.
Stigatalvan