KÍ - Skála 3-0
Í løtuni meta tey flestu helst, at KÍ er tað liðið, er besta boðið at taka kappingina upp við HB um meistaraheitið.
KÍ gjørdi eisini sítt í dag, tá ið teir vunnu 3-0 móti Skála. Jákup Andreasen skoraði tíðliga í dystinum, Patrik Johannesen beint fyri steðgin og Páll Klettskarð beint eftir steðgin.
KÍ nýtti høvið at spara leikarar. Oddmar Færø og Ísak Simonsen byrjaðu á beinkinum, meðan Jákup Andreasen og Ole Erik Midtskogen vórðu skiftir út í hálvleikinum.
ÍF - B36 0-3
Ítróttur og rørsla hevur skrivað um dystin ÍF – B36 í serstakari dystarfrásøgn >>
TB - AB 1-1
Sum so ofta í botndystum, so deildust liðini um stigini. Nikolei Johannesen legði heimaliðið fram um, og Ndende Adama Guéye var so óheppin at senda bóltin í egið mál, tá ið AB skoraði.
EB/Streymur - Víkingur 0-2
EB/Streymur helt leingi Víkingi frá at skora, men móti endanum skrædnaði, og Víkingur skoraði tvey mál. Ari Olsen og Jákup Johansen, sum komu frá Skála í summar, skoraðu málini í seinastu tíggju minuttunum.
Í morgin spæla NSÍ og oddaliðið HB í Runavík. Eydnast NSÍ at vinna dystin, so eru bara fýra stig millum fýra tey ovastu liðini, og kapping um meistaraheitið er víðopin. Vinnur HB hinvegin dystin, so sær framvegis sera gott út hjá HB
Stigatalvan og dystarhagtøl frá Faroe Soccer